Grein úr Kvørnini nr. 4
Á heysti 1988 keypti Sands Bygdarsavn húsini í norðaru Koytu. Á vári 1989 varð farið undir at seta húsini í stand, men av tí at tey høvdu staðið tóm í meira enn 50 ár, mátti stórarbeiði gerast.
Hetta varð fingið frá hondini við tógvi stríð, men nú eru húsini í góðum standi og verða nýtt sum bygdarsavn. Her skal verða greitt eitt sindur frá søguni hjá hesum húsum.
Í Koytu er ein av mongu gomlu býlingunum á Sandi, og har hava helst verið fleiri enn tey einu húsini í gamlari tíð. Í seinra parti av 17. øld er maður úr Hesti, Rasmus Jákupsson nevndur, búsettur í Koytu. Sonur hansara Jógvan Rasmusarson førir húsið áfram. Hann var giftur maður og átti 3 synir: Rasmus Jógvansson, sum giftist inn við Sissal Jógvansdóttir, Óli Jógvansson, sum giftist inn í Krók á Sandi og Jákup Jógvansson, sum giftist til Skúvoyar og búsettist á Rípuni.
Men um ár 1740 flytir Rasmus Jógvansson við konu og 4 synum úr Koytu og verður húskallur í Kirkjubø. Faðir hansara Jógvan og farbróðir hansara Jákup Rasmusarson, sum var ógiftur, verða verandi eftir í Koytu. Jákup var hann, ið livdi longri av brøðrunum, men tá ið hann var deyður í 1744, fall hesin búnaður av.
Тað er ikki óhugsandi, at tað er á hesar grundir, ið Hanus Jóannesarson úr Trøðum reisir nýggjan búnað 68 ár seinri, og tað eru hesi húsini, ið Sands Bygdarsavn nú eigur.
At Hanus í Koytu, sum hann seinri varð róptur, bygdi hesi húsini í 1812 er helst rætt, tí hin 18. nov. hetta árið giftist hann við Onnu Mikkjalsdóttir úr Dímun. Árið eftir eru húsini í øllum førum skrásett í “Løbners tabellum”.
Hanus var av kendu bóndaættini í Trøðum, sonur Jóannes Jógvansson í Trøðum og Marina Heindriksdóttir av Sondum, meðan Anna var dóttir Mikkjal í Dímun og Jóhonnu Pólsdóttir úr Hesti. Tá ið Løbner ger sínar skrásetingar í 1813, eru 4 fólk í norðaru Koytu. Umframt Hanus og Onnu eru har Jóannes, sonur teirra, og Marin, móðir Hanusar.
Jóannes var føddur 25. august 1813, og 31. des. 1816 fingu tey dótrina Jóhonnu. Men Onnu varð stutt lív lagað. Hon doyði 3. mars 1820 í barnsneyð, 34 ára gomul, og barnið doyði eisini. “Einkjumannasorg er eins og albogaslag” sigur gamalt orðatak. Soleiðis var við Hanusi, tí longu á heysti árið eftir giftist hann upp aftur. Seinra kona hansara var Anna Óladóttir av Oyrini í Dali. Hon varð tí á Sandi rópt Oyr-Anna. Hon var ljósmamma. Hanus og henda seinra Anna fingu synirnar Óla f. 1822 og Jógvan f. 1832.
Í 1832 kom stórbroyting at henda í lívi Hanusar. Systkinnabarn hansara Jógvan Mortansson, sum hevði havt 12-marka garð í Trøðum í festi, lat garðin frá sær. Jógvan var barnleysur og tí fór garðurin til aðrar. Hóast Hanus var komin væl upp í árini, festi hann hálvan garðin, 6 merkur, meðan Jógvan Mikkjalsson úr Beiti í Havn festi hina helvtina. Av hesi orsøk flytur Hanus við húski yvir aftur í Traðir, og húsini í norðaru Koytu koma at standa tóm eitt skifti. Men í 1841 letur Hanus festið frá sær til elsta sonin Jóannes, og nú flytur hann við húski út aftur í Koytu.
Тað kom at vera Óli, sum førdi búnaðin í norðaru Koytu áfram. Hann giftist inn í 1847 við Julionnu Jógvansdóttir úr Beitinum í Trøðum. Óli var tiltikin fyri makt og tí róptur “SterkiÓli”. Тað̃ var hann ið̃ róð̃ tiltikna deyðaróður sín. Julianna og Óli fingu børnini:
- Anna f. 1850
- Jógvan f. 1852
- Hanus f. 1854
- Jóannes f. 1857
- Kristian f. 1863
- Anna Fredr. f. 1868
1. Anna giftist við Hanus á Skeljarlaðnum, har tey búsettust og fingu børnini: Anna Malenu, Óla Jákup, Jóan Paula, Hanus og Klæmint.
2 Jógvan giftist við Elsupu í Miðtúni, og tey bygdu á Koytuteigum beint niðan fyri húsini í Koytu. Men navnið, ið Elsupa hevði aftur at sær, kom sum frá leið̃ at geva húsum teirra Miðtúsnavnið. Jógvan og Elsupa fingu børnini: Henrikka, Julianna, Anna, Dortea og Florentina.
3 Hanus giftist ikki. Hann bygdi uppí húsini norður eftir, og tá ið hann var farin (hann doyði úti i 1902), yvirtók systirsonur hansara, Óla Jákup, hesi húsini og búsettist har. Tað̃ eru hesi húsini, ið Bygdarsavnið hevur keypt fyri stuttum.
4 Jóannes giftist við Sunnuvu í Soylu, og tey bygdu niðan fyri húsini í Soylu, rópt í Klingrutagarð̃i. Jóannes og Sunnuva fingu børnini:
Anna Frederikka i Koytu (1868 – 1898)
Jóannes i Klingrutagarði (1857 – 1949)
Óli, Mikal, Sofus, Jóannes, Julianna og Sofía.
6. Anna Fredrikka fekk sær úbúgving sum jarðamóðir og virkaði sum slík á Sandi stutta tíð. Hon fekk tuberklar og doyði í 1896.
Tá ið av tornaði kom soleiðis Kristian at vera einsamallur eftir í húsi. Hann giftist ikki og búði har alla ævi sína. Hann doyði í 1938, 75 ára gamal, og síðani stóðu húsini tóm.
Tey seinastu árini ílívi Kristians sá Marianna í Koytugarði til hansara. Sum viðurlag gav hann henni húsini, og hon sat væl um tey so leingi, sum hon orkaði. Hon doyði í 1966.










