Sands Bygdarsavn

Fyrilestur hjá Jógvani Ravnsfjall til aðalfundin hjá Sands fornminnafelag leygardagin 19. mars 2022.

Fyri meira enn 20 árum síðani hevði Ólavur Clementsen eina drúgva grein í Kvørnini, blaðnum hjá fornminnafelagnum her, við heitinum Um Harra Klæmint prest.
Tann greinin lýsir væl søguna um henda kenda prest og serliga ættargreinirnar frá børnunum hjá Harra Klæminti.
Fyrilesturin hjá mær í kvøld er, kunnu vit siga, eitt ískoyti til greinina hjá Ólavi, har eg serliga taki fram tað, sum keldurnar siga, men eisini nakað frá bókmentum, har Harra Klæmint er umrøddur.

Hvør var Harra Klæmint?

C. F. Nielsen, ið 1879 skrivaði um prestarnar í Føroyum fram til 1870-árini, sigur at Harra Klæmint var sonur húsmannin Lauge Clementsen í Suðurjútlandi.
Tað halda Niels Andersen, sorinskrivari, ið 1895 gav út bókina Færøerne 1600-1709 og Christian Heilskov í greinini Jyske Slægters forbindelse med Færøerne frá 1939, ikki.
Teir siga, at Harra Klæmint var tann Clemens Lagonis f. Vellajus, sum var innskrivaður úr skúlanum í Malmø á lærda háskúlan í Keypmannahavn í 1630.
Við tað, at hann ber tilnavnið Vellajus, so merkir tað, at hann kemur frá økinum við Vejle í Jútlandi.
Vanliga var hann skrivaður Clemen Laugesen Follerup, har tilnavnið Follerup er eftir bygdini, har hann var føddur, millum Vejle og Fredericia.
C. F. Nielsen sigur hann vera føddan í 1598, men tað, sum er skrivað seinni vísir meira til, at hann er føddur áftaná ár 1600.

Prestur í Sandoyar prestagjaldi.

Harra Klæmint gjørdist hjálparprestur hjá prestinum á Sandi, Jens Jensen Skive, í 1638, og var hann hjálparprestur til Jens Jensen Skive doyði 10 ár seinni. Tað er ivaleyst í hesum tíðarskeiðinum, at hann giftist við dóttir Jens Jensen Skive. Um tað so var Anna ella Elin, tað skal eg venda aftur til.
Í 1648 doyði Jens Jensen Skive, og nú gjørdist Harra Klæmint sóknarprestur í Sandoyar prestagjaldi, flutti inn í prestagarðin á Todnesi og yvirtók tey kongsfestini, ið verfaðirin hevði havt.
Áðrenn, meðan hann hevði verið hjálparprestur, hevur hann ivaleyst búð í náðinsgarðinum á Sondum, eins og aðrir gjørdu aftaná hann.
Eitt tíðarskeið, samstundis sum hann var sóknarprestur, var Harra Klæmint eisini varapróstur, og var tað í árunum frá 1675 til 1681.

Giftarmál.

Sagt hevur verið, at Harra Klæmint var giftur við tveimum døtrum hjá Jens Jensen Skive, Onnu og Elini.
Hetta siga C. F. Nielsen, Niels Andersen, Christian Heilskov og eisini Louis Zachariasen í bókini Føroyar sum rættarsamfelag 1555-1655, meðan Ólavur Clementsen, sum ivaleyst rætt er, sigur, at tað ikki kann passa, tá tað ikki var loyvt at giftast upp aftur við systkjum hjá tí deyða makanum, tí tað var roknað sum blóðskemd sambært Stóradómi.
Eg skal leggja aftrat, at í bókini hjá Niels Andersen, ið var endurútgivin í 1964, hevur John Davidsen tá gjørt fleiri viðmerkingar og rættingar, og har hevur hann eisini strikað ta fyrru giftuna hjá Harra Klæmint.
Louis Zachariasen sigur, at hetta at hann hevur verið giftur við tveimum systrum, kann verða tí, at undantak er gjørt í hesum førinum, kongaligt undantak, sum hann nevnir tað.
Mær vitandi er C. F. Nielsen tann fyrsti, sum nevnir, at Harra Klæmint er giftur við hesum báðum døtrum Harra Jens Jensen Skive, men hvaðani hann hevur tað, er ikki tilskilað. Síðani hava hinir tikið tað upp eftir hann.
Út frá skiftinum eftir Harra Klæmint er einki, sum bendir á, at hann hevur verið tvær ferðir giftur, tí bert Elin verður nevnd, og hon verður í skiftinum nevnd sum mamman at børnunum, og børnini, tey 15, ið eru nevnd í skiftinum, og sum arva pápan, vera bert nevnd børn. Elin verður ikki nevnd sum fosturmamma, og einki av teimum 15 børnunum nevnt sum fosturbarn.
Tað kann tó vera, sum Louis Zachariasen sigur, at tað í hesum førinum er gjørt eitt undantak, tí eitt var lóg, men tað kom tó fyri, at undantøk vórðu gjørd, hóast vit yvirhøvur í tingbókunum frá hesi tíðini síggja, at dentur var lagdur á, at hesar lógirnar viðvíkjandi samlegulógarbrotum og giftarmálum í næstu slekt vóru strangliga hildnar.
Tað eru eisini dømi um, at so hevur verið, t.d. eitt par í Dímun í 1664, Anna Ísaksdóttir og Tummas Tróndarson, har hon, Anna, hevði fingið børn við tveimum brøðrum og eitt par á Eiði í 1684, Jóannes Jóanson og Marin Hanusardóttir, har hann, Jóannes, sum giftur maður hevði fingið barn við konusystrini. Øll hesi fýra vóru deyðadømd. Í tí fyrra døminum vóru bæði avrættað, og í tí seinna eydnaðist báðum at sleppa av landinum, áðrenn deyðadómurin varð framdur.
Eg kann so nevna eitt dømi, har góðtikið var, at eitt par var gift, hóast hetta ikki átti at verðið gjørt.
Tað er í 1660 á Løgtingi, at Niklas Ísaksson og Elsupa Sjúrðardóttir, á Steig í Sandavági, eru ákærd fyri samlegulógarbrot, men eru aftaná, hóast bann er sett fyri tí, vorðin vígd av prestinum í Vágum, Ólavi Bótolvsyni.
Dómurin yvir tey er so útsettur til myndugleikarnir hava fingið prógv frá prestinum í Vágum, hvør hevur váttað, at tey kundu giftast, tá tey vóru trúlovað.
Á Løgtingi árið eftir, nú búðu tey í Vestmanna, var málið fyri aftur, har sagt var, at tey vóru gift við hvørjum øðrum, og at teirra sekt var 6 markar í silvuri fyri misgerðina árið fyri.
Sostatt sær út, sum hetta hjúnalagið nú var góðtikið, hóast tað var sett bann fyri tí árinum frammanundan.

Ólavur Clementsen hevur greitt væl frá børnunum, teimum 15, sum í øllum førum komu undan, har teir flestu dreingirnir gjørdust bøndur og genturnar giftu seg við bóndum. Tveir dreingir, Per og Janus fóru niður at lesa til prest og gjørdust prestar í Føroyum, og tann eini, Dánjal, var leingi uttanlands, sigldi úti í verðini. Um onnur av børnunum hjá Harra Klæmint hava verið uttanlands, vita vit ikki, men vit vita, at fleiri enn eitt hava eitt skifti verið í Hollandi, tí í 1669 stevnir Janus Baltsarson Harra Klæmint eftir skuld, sum pápi hansara, Baltsar Jákupsson, hevur lagt út fyri hann, m.a. 2 gl fyri hansara børn í Hollandi. Harra Klæmint góðtekur ikki alla skuldina, men teir 2 gl, ið Baltsar hevur lagt út fyri børnini í Hollandi, góðtekur hann.

Harra Klæmint í tingbókunum.

Fyrstu ferð Harra Klæmint er nevndur í tingbókunum er á ólavsøkutingi í 1642, tá hann saman við øðrum prestum er við í eini áheitan um at fáa Jógvan Ólason dømdan fyri at vera óflýggjaligur og at fara við øðrum konufólki enn síni egnu konu.
Hesin Jógvan Ólason verður av Løgtinginum dømdur til deyða, men tá kemur ein nýggj áheitan frá prestunum um at náða honum, soleiðis at hann ístaðin verður sendur av landinum.
Síðan er Harra Klæmint ofta og tíðum nevndur í tingbókunum. Ja hansara navn kemur fyri í uml. 80 sakarmálum, sum eru fyri á Vártingi og Løgtingi frá 1642 til 1689, eftir tað at hann er deyður, tá 10 krøv verða sett fram um jørð, tilsamans uppá meira enn 5½ mørk, ið hann hevur havt í pant, meðan hann livdi.
Ólavur Clementsen hevur í greinini hjá sær greitt frá eini sak frá 1671 ímillum Harra Klæmint og bartskeran Hans Baltsar, har teir ákæra hvønn annan um ymiskt, sum er hent inni í húsinum hjá fútanum Søren Petersen. Har endar tað við, at Harra Klæmint liggur á gólvinum, og sigur hann, at Hans Baltsar hevnur sligið seg niður.
Dómurin sagdur yvir tí klandri og hending í hesi sakini er ein tann løgnasti dómurin, ið er sagdur á Løgtingi í 17. øld.
Tá døma løgmaður og løgrættumenninir: “Vit kundu havt givið ein dóm í hesi sakini, men tá vit hvørki í lógini ella fyriskipanini finna hvat hann er skyldugur, sum slær ein prest ella fýrir hann um koll, ei heldur hvat ein prestur er skyldugur, sum ærumeiðandi skeldar ein annan, og líknandi sak heldur ikki hevur verið fyri í rættinum fyrr í okkara tíð, kundu vit ikki siga nakran fullkomnan dóm í hesi sak, men leggja hana fyri hægri dómarar at døma.”

Umdømið hjá Harra Klæminti.

Millum manna og í skrivaðum tilfari fær Harra Klæmint ikki eitt gott ummæli, og helst er tað fyri tað, at hann kraddaði so nógva jørð inn undir seg, og í Vártings- og Løgtingsbókunum er hann partur í fleiri jarðarsakum.
Sum árini ganga verða tað fleiri og fleiri sakir, sum hann er blandaður uppí, og tær eru ikki bert við bøndur og jarðareigarar, hann liggur í sak við, men eisini við teir ráðandi embætismenninar í landinum, og har er tað ikki altíð tað besta ummæli, hann fær. Eisini verður funnist at honum í viðurskiftum viðvíkjandi prestastarvinum og festijørðini, hann hevur í hondum.

Dømi um hetta er Dímunarjørðin, ið hann hevur í festi eftir verfaðir sín, Jens Jensen Skive.
Í 1661 er mál á Løgtingi, har fútin, Johan Heideman, stevnir Harra Klæmint, sum í 1659 hevur sagt Dímunarfesti frá sær.
Fútin, ið vegna kong umsitur kongsjørðina í Føroyum, sigur at Harra Klæmint hevur latið festið fara í órøkt, bæði bygningar og fæ, og antin skal Harra Klæmint byggja húsini og kirkjuna av nýggjum ella gera tað so, at fútin er nøgdur við tað, og eisini verður hann dømdur at gjalda tað leigugjald, ið ikki er goldið.
Tvey ár seinni, í 1663, stevnur fútin honum aftur, m.a. tí hann hevði haft oynna í fleiri ár uttan heimild, og eisini tað, at hann ikki hevði útint tað, ið dómurin frammanundan segði.
Harra Klæmint var ikki møttur til hesa stevningina, og fær hann, Harra Klæmint, ella tann, sum er í hansara stað, áheitan um beinanvegin at gjalda og greiða frá teimum fýra málunum, sum spurt er um.
Sjálvt um Harra Klæmint frásegði sær Dímunarfestið í 1659, so hevur hann tó havt tað í fleiri ár aftaná, líka til 1678.
Í 1672 klagar Harra Klæmint um, at ein stórur partur av skinnunum úr Dímun, ið hann hevði latið inn í leigu til Leigubúðina í 1670, vóru vrakað.
Fútin, nú Sørin Petersen, leggur tá eftir Harra Klæmint og biður hann prógva, at skinnini, ið hann hevði latið inn, vóru sum tey áttu at verða, og annars heldur fútin, at Harra Klæmint ikki hevur borið sannleikan fram á tingi. Haraftrat sigur fútin, at um Harra Klæmint ikki klárar at hava Dímunarfestið, skal hann fáa ein annan at taka við og fáa oynna upp á føtur aftur, tí Harra Klæmint hevur ikki hildið festið, bygningar, jørð og fæ, við líka.
Annars sigur fútin, at sum hann hevur fingið at vita, hevur í fleiri ár eingin verið á oynni, sum kundi lesa og menna fólkið við Guðs orði, heldur ikki presturin, sum ikki bert er sálarrøktari, men eisini húsbóndi hjá øllum á oynni. Bert kundu tey sítt Faðirvár, og hetta hevði tað við sær, at fólkið har livdi í gudloysi, siðloysi og lógloysi.
Álagt var eisini Harra Klæmint, tá seinasta málið um blóðskemd í Dímun var fyri og tey fólkini vóru dømd og avrættað, at hann skuldi hava onkran á oynni, sum kundi lesa, og sum hann eisini hevði lovað.
Fútin helt tí, at Harra Klæmint ikki longur skuldi hava hetta festið, tá hann ikki hevði hildið seg til tað, ið var ásett, og sum hann hevði lovað.
Tvey vitnið, Jógvan Jóanson, sýslumaður, og Jógvan Mortansson, løgrættumaður, sum saman við fútanum hava verið á oynni, váttað tað sama, sum fútin førdi fram.
Tá Harra Klæmint lat Dímunarfestið frá sær í 1678, var alt talt upp, bygningar og fæ, tað sum var á oynni og hoyrdi festinum til. Hetta verður lisið upp á Vártingi í 1685.
Eftir tí verður ført fram, at seyðatalið er langt undir tí, ið tað eigur at vera, og eisini at bygningarnir ikki eru í tí standi, teir eiga at vera í.
Tí verður tað álagt Harra Klæmint at fáa hetta í rættlag, nú fútin skal festa oynna til onkran annan.
Hetta dømið við Dímunarfestinum vísir, at Harra Klæmint ikki hevði gott orð á sær hjá myndugleikunum, men tað var einki eindømi millum myndugleikarnar og prestarnar, har ofta vóru stríð og sakarmál.

Tó kemur tað eisini fyri, at hann fær góð skoðsmál, m.a. frá uppgávufólki, ið hann hevur ella hevur havt búgvandi hjá sær, og tað kemur fyri meira enn eina ferð.
Í 1662 váttar Rasmus Jóanson, at hann í síni stóru neyð og trongd hevur fingið 12 gl frá Harra Klæminti, bæði í reiðum peningi og øðrum virðum.
Í 1663 vitnar Jákup Magnusson, at Harra Klæmint næst Guði átti lívið í sær, tí annars hevði hann langt síðani verið deyður í hungri. Og tá Jákup Magnusson verður spurdur, hvar hann vildi verða framyvir, svarar hann, at hann sum fyrr vil halda seg hjá Harra Klæmint við tí sum hann eigur í Skálavík ella í øðrum bygdum.
Í 1665 spyr Harra Klæmint næstringar hjá Sunnivu Jóansdóttir, um teir vilja taka sær av henni framyvir, eins og hann higartil hevur gjørt. Farbróðurin og systkinabarnið svara tá, at teir ikki vilja taka hana til sín men eru vælnøgdir við, at Harra Klæmint hevur hana hjá sær framyvir og hjálpir henni, eins og hann hevur gjørt, og fær hann ta jørð og annað, sum henni fellur í lut frá teimum.
Í 1672 vitnar Rasmus Jóanson, at hann nú í trý ár hevur verið hjá Harra Klæmint sum uppgávufólk, og nú gav seg upp við allari jørðini til Harra Klæmint, og somuleiðis ger sonurin Niklas við somu treytum, sum pápin hevði verið undir hesi seinastu trý árini.
Í 1674 vitnar Jógvan Dávason, at hann ikki vil fara til Suðuroyar sum uppgávufólk, har jørðin hjá honum er í hondum, men heldur vil vera hjá Harra Klæmint, sum so fær teir í Suðuroynni at gjalda honum eina árliga upphædd fyri at hava hann sum uppgávufólk. Jógvan Dávason hevði tá verið hjá Harra Klæmint í trý ár.
Í 1680 gav Sunniva Niklasdóttir, barnvaksin í Húsavík, seg til Harra Klæmint, har hon hevði verið í seks ár. Harra Klæmint lovaði at føða og hava hana búgvandi til hennara deyðadag.
Í 1684 vitna fýra mans, at Harra Klæmint í níggju ár, frá 1646 til 1655, hevði føtt ein gamlan og úthungraðan mann úr Skúgvi, kallaður Jógvan Jóanson Árni fyri jørð í Dali.
Sama dag vitna tríggir mans, at Harra Klæmint hevði ruddiliga og væl føtt Pól Mortansson úr Skúgvi, frá tí hann gav seg upp til hansara við allari óðalsjørðini í 1640 fram til 1657, í 17 ár.
Í 1687 spyr Marin Nielsdóttir í Koytu fimm mans í síni slekt, um teir vilja taka hana til sín við tí jarðarogn, hon eigur, og sum er pantsett, partvís til Harra Klæmint og partvís til tveir av somu slekt hjá henni.
Um teir ikki gera tað, so vil hon geva seg upp til Harra Klæmint, sum fyrr í hennara stóru neyð og svongd hevði hjálpt henni, so hon kundi liva.
Fýra av teimum fimm vilja taka sær av henni, og koma til sættis soleiðis, at Harra Klæmint kemur at standa fyri helvtini av at føða og klæða hana, og fær hann so helvtina av 5 gl í jørð í Skúgvi, sum Marin eigur, og hann hevur í pant.
Tá hugt verður eftir í tingbókunum kemur tað ofta fyri, at uppgávufólk klaga um, hvussu tey eru viðfarin, og eisini kemur tað ofta fyri, at teirra næstrafólk ikki kunnu ella vilja taka sær av teimum.
Men av teimum uppgávufólkunum, sum Harra Klæmint hevur tikið til sín, og sum eg eisini her havi víst á, er eingin sum klagar hann, og tað kemur heldur ikki nøkur onnur klaga um hann frá nøkrum øðrum dømum, uppgávufólki viðvíkjandi, og sum eg ikki havi nevnt her.

Eg kann vísa á, at Harra Klæmint kundi vera hjálpsamur á annan hátt eisini.
Í 1648 er hann “forlover”, t.v.s. vitni ella verji hjá manni og konu, sum ógift hava verið saman, men síðani er vígd.
Soleiðis hevur hann seinni hjálpt pørum, ið ikki hava hildið seg til lógina hesum viðvíkjandi og síðani eru dømd, eina ferð hjá kvinnuni í 1657, eina ferð hjá báðum í 1659, tvær ferðir hjá báðum í 1668 og eina ferð í 1674, og tá goldið bótina hjá kvinnu í Dímun, sum hevði verið saman við manni, ið var systkinabarn mann hennara.
Hugsandi er, at hesi á ein ella annan hátt hava staði Harra Klæminti nær, og tí hevur hann tikið sær av teimum, tá sakirnar hava verið fyri.

Viðhvørt kemur tað fyri í Vártings- og Løgtingsbókunum frá 17. øld, at biðið verður um skoðsmál ella ummæli, og kemur tað eina ferð fyri, at Harra Klæmint biður almenningin um hetta.
Tað er á Vártingi í 1658, at Harra Klæmint spyr fólkið, ið er samankomið, mann og kvinnu, fátøk sum rík, hvussu hann hevur skikka sær og ført seg fram í lívslærdómi við at boða Guðs orð og annars verið í øllum øðrum viðurskiftum manna millum, og vildi hann her standa øllum til svars.
Tá søgdu øll, hvør og ein, fátøk og rík, at Harra Klæmint hevði borið seg at og verði sum ein erligur, kristiligur og gudsóttandi prestur sømir seg at vera og á allan hátt gera.
Eg kann leggja aftrat, at í tingbókunum í 17. øld fáa øll tey, ið biðja almenningin um skoðsmál, eitt gott ummæli, hóast tað í málum aðrastaðni í tingbókunum verður klagað um tey. Tað eru embætismenn ella fólk í familjunum hjá embætismonnunum, ið biðið verður skoðsmál um. Skoðsmálið hjá Harra Klæmint er eitt av hesum.

Myndugleikarnir hava eisini í ávísum førum víst honum virðing, tí tá ið Løgtingið í 1649 skuldi gera eið til Fríðrik kong 3. var gudstænasta í Havnar kirkju frammanundan, og har var tað Harra Klæmint, ið hevði fingið heiðurin at halda prædikuna, og ikki prósturin Hans Rasmussen. Tí annars vildu vit hildið, at tað var prósturin ella varaprósturin, ið skuldi hildið prædikuna, tá kongurin var tikin í eið, eins og gjørt var í 1670, tá kongurin Christian 5. var tikin í eið. Tá prædikaði táverandi próstur, Lukas Debes.

Hesi dømini, eg her havi nevnt, kundu víst á, at Harra Klæmint var ikki so illa umtóktur millum øll í síni samtíð, í mun til tað sum hansara umdømi í eftirtíðini er vorðið kent millum manna.

Harra Klæmint og Lukas Debes

Prestarnir í 17. øld hildu væl saman ímóti teimum ráðandi embætismonnunum, og her høvdu teir eisini ein ídnan talsmann í Lukas Debes, ið var prestur í tíðarskeiðinum 1651 til 1675, og hartil próstur frá 1670 til hann doyði í 1675.
Lukas Debes er í nógvum stríði við teir ráðandi, og er íðin at føra fram klagur og betra um korini hjá prestunum í Føroyum.
Í 1672 eru á Løgtingi fleiri mál um leigugjald fyri kongsjørðina, og m.a. roynir Lukas Debes at fáa sett leigugjaldið hjá prestunum niður, tekur tá serliga fram leigugjaldið og tær ringu umstøðurnar hjá Harra Klæminti. Hann førir samstundis orðið í rættinum vegna Harra Klæmint um Dímunarfestið, har hann verjir Harra Klæmint og grundgevur fyri, hví støðan á Dímun er, sum hon er. Í verjuni stuðlar hann Harra Klæmint og gevur verandi og fyrrverandi fúta ein part av ábyrgdini fyri, at festið er farið í órøkt.
Viðvíkjandi teimum prestaligu skyldunum, sum fútin ákærdi Harra Klæmint fyri, tekur Lukas Debes sum próstur og svarar fútanum, at alt tað hevur Harra Klæmint syrgt fyri, sum greitt er frá í rættinum. Haraftrat ger hann fútanum greitt, at klaga um eina kvinnu í Dímun, sum ikki var bírættað, kundi svarast við, at kvinnan sjálv kendi mun á Harrans likam og blóði og kundi angra sínar syndir, sjálvt um hennara prestur, Harra Klæmint, ikki kundi koma at bírætta hana.
Sama árið, í einum av sínum áheitanum til kong, tók Lucas Debes m.a. eisini fram tey ringu korini hjá Harra Klæmint, har hann sigur, hvussu ringt tað er hjá honum at røkja kallið, av tí at hann øll hesi 34 árini í øllum veðri hevur ferðast runt í kallinum, og av tí er hann vorðin illa fyri og sjúkur, og tí illa kann røkja tað longur, nú hann eisini er vorðin so gamal. Lukas Debes biður tí um at hann má fáa ein garð í festi, ein lítlan garð, Skarðsgarð, 7 mk og 4 gl, tí Harra Klæmint hevur tað ringasta kallið í landinum, og hartil er seyðurin vánaligur og ullin kann heldur ikki brúkast. Lukas leggur aftrat, at tað hevði bøtt munandi um kallið, um kongur vildi givið hesum fátæka manni við konu og ómyndugum børnum henda garð í festi.
Henda áheitanin hjá Lukas Debas bar so mikið góða frukt, at nógv av tí, sum heitt var um, var játtað, eisini áheitanin um at lata henda fátæka og illa stadda mannin, Harra Klæmint, fáa Skarðsgarð í festi.
So vit mugu við hesum siga, at Lukas Debes mundi vera Harra Klæminti ein hollur vinur, tá hann bæði hjálpti og vardi hann í rættinum móti embætismonnunum og hartil gjørdi so mikið fyri, at Harra Klæmint skuldi fáa festið undir Skarði.

Harra Klæmint, jarðardrottur og festari.

Tað sum oftast verður tikið til um Harra Klæmint er, at tá hann kom til Føroya átti hann bert tað, sum var í hansara klæðsekki, men tá hann fór hesum foldum frá, átti hann almikið í jarðarogn.
Tað er eisini ein sannleiki, at hann við sín deyða hevði eina jarðarogn á 47 mk 2 gl 10 sk, sum er tað, ið skiftið sigur.
Tann mesta ognarjørðin er í Sandoyar sýslu, men nakað er eisini aðra staðni í Føroyum.
Í grein hjá Anton Degn í Varðanum, bind 13, er upplýst, at tá aðalsjørðin hjá Benkestokk- og Rosenkrantzættunum var seld í 17. øld, sat Harra Klæmint við einum aðalsfesti í Dali, sum var 1½ mk og haraftrat einum øðrum aðalsfesti uppá 1 mk, eisini í Dali, saman við Tórmóð Nielsson og Jákup Guttason. Í greinini hjá Anton Degn er eisini upplýst nøvnini á øllum monnum ið hava keypt partar av aðalsjørðini, og millum allar mennirnar er bert eitt konufólk, skrivað Ellen Clemensen á Sandi, ið 1685 hevur keypt 1 mk av aðalsjørðini, tilskilað at liggja til Skarðsgarð og Reynið.
Nærliggjandi er at hugsað, at hetta er Elin, kona Harra Klæmint. Eftirnavnið –sen passar ikki tá í tíðini, eigur at vera – datter, tá tað er eitt konufólk.
Nógv av jørðini, sum Harra Klæmint ognaði sær, var jørð frá uppgávufólki, ið hann tók til sín, og í skiftinum eftir hann eru eisini upplýsingar frá hvørjum uppgávufólki jørðin er komin, t.d. jørðin hjá Pól Mortansson úr Skúgvi, ið Harra Klæmint tók til sín sum uppgávufólk longu í 1640, tvey ár eftir at hann var komin til Føroya.
Ja víst var Harra Klæmint ein stórur jarðardrottur, men tað vóru eisini aðrir stórir jarðareigarar tá í tíðini, og skal eg bert vísa á, at tá skift var eftir løgmann Jóhan Hendrik Weihe í 1707, stendur hann at eiga 47 mk í jørð, næstan líka nógv sum Harra Klæmint.
Hann var eisini sum yngri komin úr Danmark, tá fyri at arbeiða sum fulltrúi hjá fútanum, og gjørdist løgmaður í 1679.
Harra Klæmint sat, meðan hann var prestur, skiftandi við nógvari festijørð, fyrst og fremst prestagarðinum Todnes 10 mk, á Sondum 4½ mk, á Brúgv 1 mk, undir Skarði 7¼ mk, á Klettum og Halgabrekku 4 mk, Pantajørð ½ mk og haraftrat Dímunarfestið 13 mk, alt hetta út frá tí, sum Anton Degn nevnir í bókini Færøske kongsbønder 1584-1884, og haraftrat Áargarð 8 mk, ið var aðalsjørð.
Edward Hjalt nevndir í Sands søgu, at Harra Klæmint heima á Sandi hevði lagt undir seg allan bøin úr Todnesi og heilt út á Høgubrekku, uml. 32 mk, ein triðingur av allari jørðini á Sandi.
So tað var ikki eiti á jarðarogn tilsamans, ið hann átti og sat við gjøgnum hesi 50 árini, hann var prestur í Sandoyar prestagjaldi, nærum 100 mk.
Hugsandi er, at hann, stutt eftir at hann er vorðin prestur, er farin at ogna sær jørð við keypi og við at taka uppgávufólk til sín, og á henda hátt er ogn hansara vaksin gjøgnum árini.

So vit kunnu ímynda okkum, hvussu nógv Harra Klæmint kundi virka sum prestur, tá hann samstundis skuldi umsita alla hesa jørðina við bøi, haga, bygningum og øðrum, sum hoyrdi til, og haraftrat taka sær av øllum húsfólkunum, familjuni, uppgávufólkum, húskøllum og arbeiðskonum.
Tí er tað eisini, at hann ofta er at finna í Vártings- og Løgtingsbókunum, har hann roynir at verja tað hann eigur av jørð, og bera fram sína ónøgd, tá hann heldur hann er fyri vanbýti, jørðini viðvíkjandi.

Samanumtøka.

Vit kunnu rokna við, at Harra Klæmint hevur verið mest virkin sum prestur tey fyrstu áratíggjuni, tí seinni fer heilsan hjá honum at bila, og hann hevur ilt við at røkja kallið, sum eisini verður víst á í tí, sum er sagt frá frammanundan. Heldur ikki hevur tað verði so lætt hjá honum innanhýsis við tað, at synirnir ofta vóru í stríð við hann og annars vóru ákærdir fyri lógloysi og klandur millum manna.

Tá hann í 1659 roynir at sleppa sær av við festið í Dímun, er tað ivaleyst tí, at tað er ov nógv og ov tungt hjá honum at taka sær av, at hava hetta festið aftrat øllum hinum jarðarognunum, ið hann skal umsita og røkja. Tað sær út sum eingin annar vil hava Dímunarfestið aftaná hann, og tí verður hann sitandi við tí heilt fram til 1678.
Jú, Harra Klæmint var grammur eftir jørð, men tá so nógv var at taka sær av, so kláraði hann ikki, sjálvt við sínum stóra húski, at røkja alt, sum tað skuldi verðið gjørt.
Og hetta framgongur eisini í skjølunum, bæði viðvíkjandi Dímunargarði, har bæði bygningar og fenaður fóru í órøkt, og tá Lauge, sonur hansara, skal taka við festinum undir Skarði, verður álagt honum at fáa alt upp á føtur aftur viðvíkjandi lendi og bygningum, tí tað hevur ligið í vanrøkt í nøkur ár.

Harra Klæmint var eisini trekur at rætta seg eftir tí, ið var álagt honum og at gera eftir tí, ið dømt var. Tí var hann í fleiri førum hartaður av tinginum og embætisveldinum fyri, at hann ikki hevði hevði hildið tað, ið var ásett.

Tá sakin millum Hans Baltsar og hann var fyri í 1671, sigur hann seg sjálvan vera ein gamlan, veikan gráhærdan mann, men vísir eisini á, at hann sum prestur eigur at verða virdur og ikki viðfarin sum hann hevur verið av hesum manni. T.v.s., at hann veit, hvørja støðu hann hevur fram um onnur í samfelagnum, og heldur seg ikki aftur at siga tað.

Sum tíðin líður, so verður Harra Klæmint verri og verri fyri kropsliga, og tey seinastu árini, frá 1681 og úteftir, møtir hann ikki á tingi, tá sakir viðvíkjandi hansara jarðarognum eru fyri. Sum oftast er tað Óli, sonurin, ið møtir fyri hann, men í einstøkum førum onkrir av hinum synunum.
Elligamal doyr so Harra Klæmint 30. januar 1688.

Við tað, at Harra Klæmint sat so leingi sum prestur á Sandi, fevndi so víða við sínum jarðarognum og hartil fekk heilt nógvar eftirkomarar, so er hann vorðin víðakendur í Føroyum.
Ja, vit kunnu siga, at eins ringt tað er at sleppa undan at vera slektaður frá Heina Havreka, so er tað næstan líka ringt at sleppa undan at vera slektaður frá Harra Klæminti, so víða er hansara slekt farin út um alt landið.

Tað, sum eg her havi borið fram um Harra Klæmint, er tað sum vit kunnu finna í keldunum, og havi eg við vilja tikið lítið við av tí sagnatilfari, ið er um Harra Klæmint, tí annars kundu vit sitið til langt út á náttina og tosa um henda kenda og áhugaverda mann, Harra Klæmint.

Takk fyri.

Keldur:

  • Anton Degn. Færøske kongsbønder. Tórshavn 1945.
  • Anton Degn. Kongs-, ognar- og prestajørð í Føroyum. Varðin, 13. bind. Tórshavn 1933.
  • C. F. Nielsen. Færøernes geistlige Stat. Fåborg 1879.
  • C. Heilskov. Jyske Slægters forbindelse med Færøerne. Jyske Samlinger, bd. 5. r. 4. 1939.
  • Edward Hjalt. Sands søga. Tórshavn 1953.
  • Einar Joensen. Tingbókin 1615 – 54. Tórshavn 1953.
  • Einar Joensen. Løgtings- og Vártingsbókin 1655 – 66. Tórshavn 1958.
  • Einar Joensen. Løgtingsbókin 1666 – 77. Tórshavn 1961.
  • Einar Joensen. Vártigs- og Løgtingsbók 1667 – 1690. Tórshavn 1969.
  • Janus Øssurson. Føroya biskupa-, prósta og prestatal. Tórshavn 1963.
  • Louis Zachariasen. Føroyar sum rættarsamfelag. Tórshavn 1961.
  • Niels Andersen. Færøerne 1600 – 1709. Tórshavn 1964.
  • Ólavur Clementsen. Um Harra Klæmint prest. Kvørnin nr. 2. 1999.