Handilin á Grótteigum

Sands Bygdarsavn

Sands Bygdarsavn varð sett á stovn í 1988. Umframt búnaðin í Norðaru Koytu eigur bygdarsavnið eisini handilin á Grótteigum, Akselsa handil, bygdur í 1860 og var fyrsti úthandil hjá Mortensens handli á Tvøroyri.

Eisini eigur savnið húsini hjá Lottu, sum eru áføst við húsini í norðaru Koytu.

Á hvørjum ári frá1998 til 2013 hevur savnið givið út tíðarritið Kvørnina við siðsøguligum tilfari úr allari sýsluni.

Myndir

Ymiskar myndir frá bygdarsavninum
Sands Fornminnafelag

Fornminnafelagið varð sett á stovn í 1986 og rekur Sands Bygdarsavn saman við Sands bygdarráði. Felagið hevur, síðan tað varð stovnað, skipað fyri fleiri tiltøkum:

  • Altjóða kvæðaráðstevnu í samband við 200 ára dagin hjá kvæðasavnaranum Jóannesi í Króki
  • Myndaframsýningum á Sandoyarstevnum
  • Klædnaframsýning og leikuframsýning
  • 100 ára haldi fyri sjónleiki á Sandi og framsýning um ungmannafelagið Virkið á 80 ára degnum í 2003

Faldari um Sands Bygdarsavn