Um Harra Klæmint prest
Tað verður mangan hildið at hava nakað uppá seg at vera av góðum fólki og kanska serliga at koma av prestafólki. Soleiðis var tað, íhvussu so er fyrr. Prestarnir vóru oftast ungir ógiftir menn, tá ið teir komu, og oftast vórðu teir verandi her á landi. Onkuntíð vóru teir av føroyskari ætt, onkuntíð av norskari, men teir allar flestu vóru danir.



