Bygdin

Tvær búsetingar

Bygdin heima á Sandi man vera, sum navnið ber boð um, fyrsta pláss í oynni , har fólk hava sett búgv.

Búsetingin er í tveimum, eystan og vestan fyri Sandsvatn. Eystan fyri vatnið eru Traðir og býlingurin á Sondum, og vestan fyri er sjálv bygdin.

Fornfrøðiligar rannsóknir við kirkjugarðin, á Sondum og Junkarinsfløtti prógva, at fólk hevur búð her í 9 øld. Á Sondum er prógvað, at fólk hevur búleikast har í 4-6 øld, og aftur í 7-8 øld.

Við kirkjugarðin eru funnar leivdir av tí, fornfrøðingar meta vera langhús, har eru somuleiðis funnar gravir, sum benda á, at tey jarðaðu hava høgt samfelagsstøði. Ein myntskattur er eisini funnin á staðnum, sum er eindømi í øllum Føroyum.

Sands bygd er í dag ein livandi nútímans staður, har fiskivinna og landbúnaðarvinna eru berandi vinnuvegur.

Ring eftir avtalu við Sandoyar Kunningarstovu

+298 222 078