Treytir
Treytir
Tikið verður ikki ímóti lutum at hava í varðveitslu uttan ognarrætt. Lutir, ið verða latnir savninum, verða latnir tí til ognar, við øllum rættindum tilskilaðum (sambært lóg um upphavsrætt). Hetta er grundað í, at tað almenna við gávuni bindur seg til at varðveita tað, sum tikið verður ímóti, til framtíðar ættarlið, og harvið bindur seg til í framtíðini at gera íløgu í varðveitsluuppgávuna. Hetta ger, at savnið tilskilar sær rætt til at “velja og vraka”. Valið verður gjørt við støði í søgufakligum metingum, sum stovnurin ger í hvørjum einstøkum føri.
Lutir, ið savnið tekur ímóti, verða innskrivaðir í samlingar tess, við øllum viðkomandi upplýsingum, og kunnu einans verða útskrivaðir aftur við góðkenning frá avvarðandi landsstýrismanni.
Í sambandi við avhending verður gjørd ein skrivlig avtala um, at gevarin letur tí almenna fullan ognarrætt til tað, ið verður avhendað.
