Norðara Koyta

Býlingurin í Koytu

Orðið “koyta” merkir ein lægd, og hyggur tú niður yvir býlingin, sært tú, at hetta er so.

Býlingurin í Koytu er gamal býlingur, og har hava helst verið fleiri hús í gamlari tíð.

Í jarðarbókunum kunnu vit staðfesta, at fólk hava búð har í 1584.

Ymiskar myndir frá Norðara koytu

Búnaðurin

Hanus í Koytu – Hanus Jóannesarson

Hanus Jóannesarson, seinni nevndur Hanus í Koytu, bygdi húsini í Norðaru Koytu, sum nú eru ogn hjá Sands Bygdarsavni.

Hann búsettist har í 1812, flutti yvir í Traðir í 1832 og festi 6 merkra garð.

Í 1841 læt hann festið frá sær til sonin og flutti aftur í Koytu. Síðani hava fólk búð í Norðaru Koytu til 1938. Í 1988 keypti Sands Bygdarsavn húsini og fór undir at seta tey í stand, so gjørligt var hjá áhugaðum at síggja, hvussu eini vanlig hús hava sæð út, og hvussu fólk hava búleikast.

Húsini eru úr timbri og hava flagtekju. Í húsinum eru seks rúm, umframt loft og hoyløða. Í húsinum er durur, køkur við spískamari, stova og tvey kømur. Inni er framsýning av lutum, t.d. skómakaraútgerð, høvlar og onnur amboð.

Vitja okkum!

Frágreiðing av lutum