Tað verður mangan hildið at hava nakað uppá seg at vera av góðum fólki og kanska serliga at koma av prestafólki. Soleiðis var tað, íhvussu so er fyrr. Prestarnir vóru oftast ungir ógiftir menn, tá ið teir komu, og oftast vórðu teir verandi her á landi. Onkuntíð vóru teir av føroyskari ætt, onkuntíð av norskari, men teir allar flestu vóru danir. Tað er ikki fyrr enn seinra partin í hesi øldini, at flestu prestar eru føroyingar.
Hesir prestar giftust her og í nógvum førum við dóttur undanmansins. Eitt eyðkenni var, at teir fingu nógv børn, og soleiðis hava nógvar kendar ættir uttan eftir spreitt seg dúgliga um landið. Í okkara lítla samfelag hevur hetta at fáa fremmant blóð verið ein stórur fyrimunur. Annars hevði degenerasjón kanska tikið yvirhond. Her skal verða greitt eitt sindur frá Harra Klæminti, ið var prestur í Sandoyar prestagjaldi, frá 1638 til hann doyði í 1688, tey fyrstu 10 árini sum hjálparprestur hjá undanmanninum í kallinum, Jensi Jensen Skiffue. Hann var varapróstur í árunum 1675-81.
Harra Klæmint skrivaðist Herr Clemen Laugesen Follerup. Таð seinra eftirnavnið kemur av, at hann var ættaður úr lítlari bygd í Suðurjútlandi, sum í dag eitur Vollerup, og hon liggur 10-15 km vestanfyri Åbenrå. Hann giftist við dóttur undanmannin, Elini Jensdatter, og við henni fekk hann 15 børn.
Таð hevur verið bæði sagt og skrivað, at hann var giftur við tveimum døtrum hjá harra Jensi, men tað fer ikki at bera til, tí tá í tíðini varð slíkt fatað sum blóðskemd, sum hevði deyðastraff við sær. Í Sands søgu stendur, at hann átti 23 børn – við fyrru konuni, Onnu Jensdatter 14 børn og við yngru systrini Elini Jensdatter 9 børn.
Men í skiftinum eftir Harra Klæmint stendur einki um, at hann hevði tvær konur. Har stendur, at hann átti 15 børn við Elini. Í søgnini um Harra Klæmint er nevnt, at tveir synir doyðu, tá ið hin stóra desin í Todnesi skeytst og fall. Um søgnin er røtt, so hava hesir synir ivaleyst ongar eftirkomarar havt. Men áðrenn børnini verða nevnd, skal fyrst verða sagt eitt sindur um Harra Klæmint.
Kristen Jensen Djurhuus, ið var prestur og próstur um 100 ár eftir Harra Klæmint, hevur skrivað hetta um hann:
“Hann var en flittig og duelig Prædikant og en vinskibelig Agermand, havde i Kongsfæste: Store Dimon, Skardsgaard, Klettegaard og Aaergaard, da ingen paa denne Tid kunde fæste dem, men han paatog sig dem med Opsiddere, og derved skaffede Ophold for sig og sine mange børn, var Sognepræst i Sandø i 40 Aar, og 90 Aar gammel døde han den 30. Januar, begravet 5. Februar.”
Hetta man vera eitt tað frægasta eftirmælið, ið hann hevur fingið. Tí um ein kannar søgu og sagnartilfar okkara frá 17. øld, har Harra Klæmint er nógv umrøddur, fær pípan eitt annað ljóð.
Hann kemur ofta fyri á tingi, og í nógvum førum eru tað jarðarspurningar, ið koma fyri. Hann var sera grammur at skava jørð inn undir seg. Í nógvum førum fekk hann jørð aftur fyri at taka sær av gomlum hjálparleysum fólkum, sum áttu jørð. Tá ið tey so fóru hiðani, arvaði hann hesi. Tað var ikki altíð, at familjan vildi taka sær av slíkum fólkum, men Harra Klæmint var altíð til reiðar. Dømini eru fleiri:
Í 1665 vitnar Bænadit Gidionsson á vártingi á Sandi, at móðir hansara sála Ingeberg Jógvansdóttir hevði givið seg upp til Harra Klæmint í 1644, og skuldi Harra Klæmint framvegis hava hesa jørð, 6 gyllin innan og uttangarðs. Hetta sigur okkum, at hann longu, meðan hann var hjálparprestur og búði á náðinsgarðinum á Sondum, hevur tikið móti uppgávufólki.
Á sama vártingi bjóðaði hann fram eina gentu, sum hann hevði havt í uppgávu, og sum var krypil, Sunnuvu Jógvansdóttur, um nakar av hennara skyldfólkum vildi taka sær av henni. Til staðar vóru farbróðir hennara, Demmus Hanusson, haldbóndi í Trøðum og systkinabarn hennara, Jógvan Mortansson bóndi í Trøðum.
Teir søgdu seg vera væl nøgdar við, at Harra Klæmint tók sær av henni og fekk tað, ið hon átti. Av hesum sæst, at hann við sínum kraddaralyndi eisini hevur havt positivan týdning á sosiala økinum.
Í 1671 stevndu Harra Klæmint og bartskerin Hans Baltzer hvør øðrum. Teir høvdu brúkt ókvæmsorð hvør móti øðrum inni hjá fútanum, kallað hvør annan fyri hundsvott og tílíkt, og Hans Baltzer hevði langað til Harra Klæmint, so hann fór um koll. Tá segði Harra Klæmint við hin:
“Din Skjelm, Du slog mig som en letfærdig Skjelm, og Du slog Herrens Salvede, og Din Haand skal ikke trives.”
Myndugleikarnir tvs. Løgtingið royndi at fáa teir at semjast, og tað endaði við, at løgtingið gekk uttanum sakina og avvísti hana.
Men ringast var tað klandiur, sum mangan var í Todnesi, serliga eftir at sonurin Harra Per var komin aftur í 1670 og varð hjálparprestur hjá pápanum og búsettist á náðinsgarðinum á Sondum. Teir klandraðust í heilum, og í 1680 og tvær reisur í 1681 sendi pápin klagu inn til próstin, men próstur og hinir prestarnir fingu teir forlíktar. Í 1683 klagaði gamli aftur um sonin, og tá varð ein próstarættur settur í Todnesi. Harra Klæmint legði hin yngra undir at hava brotið niður eina “skorsteinsstovu” í Todnesi og flutt hana burtur. Eisini klagaði hann um, at sonurin ikki lat hann fáa tað, ið hann skuldi hava av Stóru Dímun, úr fuglabjørgunum, av kobbalátrum og av tí, ið kirkjufólkið ofraði. Harra Per aftur ímóti hevði frætt, at pápin hevði skírt hann at: “være og blive sit fædrene huses Pestilens”. Harra Per klagaði eisini um, at hansara kirkju og húsfriður var órógvaður av einum eystindiufarara, nevniliga bróðrinum Dánjali. Hesin hevði jagstrað hestin hjá honum út úr kirkjugarðinum straks eftir, at gudstænastan var byrjað. Ein annar bróðir hansara hevði hótt hann við knívi, og tað var eitt óforskammað konufólk, ið birti upp undir stríðið millum hann og faðirin.
Próstarætturin fann út av, at Harra Per við røttum kundi setast frá. Hann hevði fleiri ferðir áður fingið álvarsamar ávaringar um, at kirkjuliðið av hesum argandi viðurskiftum kundi koma í ringar vanar. Men av tí at pápin var so gamal og ringt var at fáa nýggjan prest, so skuldi harra Per vera í embætinum sum kapellanur, til sakin varð fyriløgd biskuppinum í Keypmannahavn. Biskuppurin, ið æt Bagger, sendi bræv upp aftur og segði, at hann vildi vísa náði, men hann kravdi, at harra Per skuldi biðja faðirin um vinskap. Um teir báðir ikki aktaðu hetta krav, so skuldi sonurin setast frá beinan vegin. Av hesum sama brævi frá biskuppinum sæst, at tað ikki bert var á Sandi, at klandur var, aðrir prestar í Føroyum vóru dúgligir at klandrast eisini.
Henda formaning av biskuppinum hjálpti ikki meira enn so, at í 1689, tá ið Harra Klæmint var deyður, mátti Harra Per saman við móðurini aftur fyri próstarættin, men hesin fekk semju í trætuni.
Fleiri av hinum brøðrunum vóru eisini klandursvætti og slagsbrøður. N. Andersen, sorinskrivari, skrivar í síni bók um Føroyar um ein bardaga í 1681. Tá høvdu tveir av Klæmintssynunum verið til fugla saman við tveimum bóndasynum úr Trøðum. Á vegnum heim aftur varð galið. Tá hevði Kristian Klæmintsson sligið Bartal Jógvansson um ryggin við eini “oksasinu”, skrætt hann av hestinum, sum hann reið á, og sligið hann til jarðar. Hin traðamaðurin, Hanus Demmusson kom Bartali til hjálpar, men tá sló Óli Klæmintsson til við einum koyrli, og alt var í einum roki. Í hesum roki varð Kristian sligin í høvdið við einum steini. Kristian legði Bartal undir hetta, men Bartal svaraði, at tað hevði hansara forbannaði bróður Óli gjørt. Kristian ætlaði at skjóta hesi orð til vitnis, men Bartal segði, at hann legði einki í, hvat teir “grýnhundarnir” vitnaðu.
Ein annar av klæmintssynunum var Hanus Klæmintsson, ið búsettist á Reyni. Hann var tríggjar ferðir stevndur í rættin fyri leysingabørn við trimum ymsum kvinnum. Hóast tað varð hann seinri valdur til løgrættumann.
-O-O-
Fara vit so at kanna søgnina um Harra Klæmint, ¡ð Dr. Jakobsen hevur skrivað upp eftir keldum í Sandoynni, so byrjar søgnin við hesum:
“Um harra Klæmint, sum prestur var í Sandoy á sinni, eru nógvar frásagnir, meira hugsaði hann um vinningin enn um prædikuna. Fátækur var hann, tá ið hann kom til Føroya, og átti ikki meira, enn kvat ið kundi vera í einun klæðsekki; men so væl dugdi hann at kradda undir seg, at, tá ið hann var á gamals aldri, var hann ein ríkiskroppur og átti 60 ognarmerkur. Ikki tók hann pening frá nøkrun manni, men bert jørð”
So hoyra vit, hvussu hann í hungurstíðunum, sum tá vóru, fekk fatur á Válgarateigum frá einum fátækum manni, ein teig fyri hvørt rivið í einum válgara. Biskupsjarðir, 2 mk., krámaði hann frá einkjuni í Skálanum. Bæenaditsmørkum fekk hann fatur á við líknandi snildum. Tá ið Andras undir Brekkuni lá á deyðastrá, kom prestur at avloysa hann og vildi hava alla jørðina hjá honum aftur fyri. So frægur stirðil var eftir í Andrassi, at ikki fekk prestur meira enn helvtina, 4 gyllin.
Skrummarinsfløtt royndi hann at fáa fatur á. Einaferð teir hittust úti á bønum, sló Harra Klæmint Skrummaran og eggjaði honum at sláa aftur. Hin so gjørdi, og tá tveitti prestur seg niður og rópti neyðarróp. Men av tí at prestur var hin fyrri, ið sló, fekk hann ikki tikið jørðina av honum ta ferðina.
So er tað søgnin um Runta, sum varð hongdur uppi á Gálga fyri stuldur. Men tað fer neyvan at bera til, at Harra Klæmint hevur verið uppí tá og fingið nakran jarðarteig burtur úr. Runti varð hongdur í 1638, sama árið, sum Harra Klæmint kom til Føroyar sum hjálparprestur.
Ikki gekst honum altíð so væl. Til dømis tá ið hann kravdi at fáa 2 gyllin frá Útistovubóndanum í Skúgvi aftur fyri at hava hýst honum tvær nætur. Nakað seinri kom prestur at liggja veðurfastur í Skúgvi tvær nætur. Hann var komin til ilnar við Stórastovubóndan og mátti tí gista Úti í Stovu. Tá ið prestur spyr bóndan, hvat hann skal hava afturfyri gistingina, svarar bóndin: tveir gyllin.
Søgnin sigur eisini, at synir hansara vóru yvirgangskroppar og stjólu seyð frá pápanum og øðrum. Teir lugu fyri pápanum og søgdu, at tað vóru Traðamenn, ið stolið høvdu. Gamli trúi og lýsti bann í kirkjuni yvir tjóvarnar. Ein Klæmintssonur fór blindur út úr kirkjuni. Potturin í Todnesi við tjóvakjøtinum sprakk, og ein sonurin kolaðist illa, og tveir vórðu merktir. Prestur reið á hestbaki heim, men tá ið hann kom til Hviná, datt hann av og breyt beinið. Varð síðan róptur Halti Klæmint.
So er tað søgnin um desina. Alt hoyggið í Todnesi skuldi gerast saman í eina des. Tríggir synir vóru á desini. Tá ið leið fram undir at kjalast skuldi, reisti tann eini seg og rópti: “Nú síggi eg Koltur”. Tá skeytst hoyggið, tí leysligt var gjørt. Таð fall, og fallið var stórt. Tveir doyðu, men býtti Símun slapp, sigur søgnin.
Harra Klæmint er eisini nevndur í øðrum sagnum.
Í søgnini um Traðagarð stendur, at Jógvan Mortansson í Trøðum, sum hevði allan Traðаgarð, 24 merkur í festi, lat burtur av garðinum til Hestmannin Hanus Magnusson, ið hevði fríggjað til systur hansara. Tá ið Hanus hevði fingið festibrævið, fekk Harra Klæmint hann at narra traðagentuna og fáa sær Katrina, dóttur prestin, til konu í staðin. Soleiðis fór Uttastovan frá. Sands Søga sigur, at henda systir Jógvan Mortansson eisini æt Katrin, men hon er ikki at finna í skrivligum keldum.
Í søgnini um Jákup Jóansson er greitt frá, hvussu prestur fekk dóttur sína Kristina í hjúnalag við Jákup. Jákup hevði borið upp bønarorð, men K̇ristin hevði givið honum krakk, tí hon helt hann vera so missháttan. Prestur bað Jákup hava tol, og sunnudagin eftir gjørdi Harra Klæmint veitslu. Øll prestafólkini uttan Kristin fóru í kirkju. Hon stákaðist eftir heima. Jákup var komin suður og var eisini í kirkju. Tá ið tey koma aftur í Todnes úr kirkju, sigur Klæmint við dótrina: “Tú hevur ikki biðið gestinum góðan dag, far og gev honum hondina!”. Hon so gjørdi og rætti Jákupi hondina. Hann heldur fast, og tá loypur prestur til, leggur hondina á og lýsir signing sína yvir tey. Soleiðis vóru tey trúlovað. Søgnin greiðir síðan frá, at hóast tey síðan vóru bóndi og bóndakona í Dalsgarði, so var einki kærleikssamband teirra millum fyrstu árini. So hendi tað ein dagin, allir bátar vóru útróðnir, at óðnarveður brast á, og vandi var fyri, at bátar gingu burtur. Tá kom angur á Kristina, og tá ið Dalsgarðsbáturin sum hin seinasti legði at landi, tók hon móti Jákupi við opnum ørmum.
So er ein søgn av yvirnáttúrligum slag um Harra Klæmint. Hon líkist nógv eini í søgnini um Beintu og Petur Árabo. Dr. Jakobsen hevur knýtt hesa um Harra Klæmint uppí søgnina um Kálv lítla:
Harra Klæmint var á veg út undir Skarð, og tá møtir hann trimum monnum, hin eini prestklæddur, og spyr hvørjir teir eru. Hin prestklæddi svarar: “Eg eri Kálvur lítli, ið var prestur í Sandoy, og hinir eru djevlar úr Helviti, ið fylgja mær eftir”. Teir skuldu niðan undir Skarð, tí har høvdu menn so ofta heitt á teir í kortspæli, og nú skuldu teir finna teir. Prestur bað teir bíða og fór inn undir Skarð. Har sótu menn og spældu kort, og eitt ókunnugt var komið uppí og vann í heilum. Ein maður missir eitt kortblað undir borðið, vil taka tað upp aftur og sær tá, at einki skil er á undirpartinum á hesum fremmanda. Prestur blakar kortini í eldin og borðar hol í bróstið og manar henda fanan út ígjøgnum. Sídan fer hann út og biður teir tríggjar koma við sær oman á Kirkjugøtuna aftur. Har manar hann teir tríggjar niður gjøgnum eina hellu. Таð gekst væl við báðum djevlunum, men Kálvur var stríggin at fáa niður um. Tá ið hann kom til eygnabrýrnar, vildi mátturin ganga frá presti. Tá leyt hann upp og bað Gud hjálpa sær, og tað hjálpti. Tá ið hann fór um hellurøðina, ripaði prestur hælkappan í bollan á honum og biður hann fara til Helvitis aftur, haðani hann er frákomin
Hælkoytan skuldi síggjast í helluni, men hon sæst ikki meira. Undir seinra kríggi bygdi Hákun Dam, lærari sethús á hesum staði. Petur á Klettum eigur hesi húsini í dag, og har er friðarligt, sigur hann. Hvørki Kálvur lítli ella Harra Klæmint hava víst seg aftur.
Rasmus Effersøe nýtir í sjónleikinum “Best man vera sum er” tey bæði Jákup Jóansson og Kristina Klæmintsdóttur sum høvuðspersónar. Pápi hennara, Harra Klæmint, er eisini við í leikinum, og í endanum gongur hann aftur og kvøður:
“Guld og sølv var mig kære
ja kærest her på jord
Dynget jeg skatte svære
og frem med iver for
aned jeg da ej jammer
i graven tavs og sort
aned ej helvedflammer
bag dødens mørke port.
Tá kemur Jákup og spyr: “Hvat var hatta ljóðið, eg hoyrdi?
Kristin svarar: “Hatta var ikki annað enn faðir mín, ið vitjaði aftur til gullið og silvuri hjá sær.”
Hesin sjónleikur var fyrstu ferð spældur á Sandi undir fyrra heimsbardaga, og atgongupeninguri fór til vatnleidning í bygdini. Ein gomul genta, Sigga á Klettum, ið var 6. lið eftir Harra Klæmint, var eisini og hugdi, og henni dámdi væl, til komið var fram til partin, har Harra Klæmint gongur aftur. At ættfaðir hennara varð speirikin fyri at hava verið verðsligur, dámdi henni illa. Hon skuldi tá taka til, at Harra Klæmint var ikki verri enn keypmenninir eru í dag.
So er tað skiftið eftir Harra Klæmint, og har eru tey 15 børnini nevnd. Tey vóru:
Petur Clemendsen, Sandi 6 børn
Dánjal Clemendsen, Suðuroy 0 børn
Hanus Clemendsen, Sandi 7 børn
Janus Clemendsen, Hvalba 7 børn
Óli Clemendsen, Dali 1 barn
Kristian Clemendsen, Toftum 6 børn
Lauge Clemendsen, Sandi 2 børn
Kristoffur Clemendsen, Sandi 3 børn
Símun Clemendsen, Sandi 5 børn
Rebekka Clemendsdatter, Kirkjubø 12 børn
Rakul Clemendsdatter, Skálavík 0 børn
Kristin Clemendsdatter, Skálavík 7 børn
Katrin Clemendsdatter, Sandi 3 børn
Sára Clemendsdatter, Sundi 3 børn
Súsanna Clemendsdatter, Øravík 4 børn
Tilsamans 66 børn
Tá ið skiftið var uppgjørt, vísti seg at koma 46 ognarmerkur til skiftis. Einkjan fekk knappa helvt, og restin varð so býtt soleiðis, at synirnir fingu hvør sín fulla lut, meðan døturnar fingu hvør sín 1/2 lut. Synirnir fingu góðar tvær merkur í part, meðan døturnar fingu eina góða mørk hvør. Henda jørðin lá i 13 ymiskum bygdum í Føroyum.
Um ein tekur tær norðan eftir, so átti hann 8 gyllin í Depli og 10 gyllin í Hesti. Síðani átti hann í øllum bygdum í Sandoynni, 18 merkur á Sandi, 3 merkur í Skálavík, eina góða mørk í Húsavík, 8-1/4 mørk í Dali og 8 gyllin á Skarvanesi. Í Skúgvi átti hann góðar 9 merkur. Harnæst átti hann í fimm bygdum í Suðuroy, í Hvalba, Trongisvági, Hovi, Porkeri og Vági.
Tilsamans meira enn 3 merkur.
Sum tað sæst av yvirlitinum frammanfyri, so áttu tey bæði, Elin og Klæmint 66 ommu- og abbabørn. Hesi børnini komu, sum frá leið, at búgva í 27 av teimum 85 bygdunum, ið tá vóru í Føroyum, tvs. næstan í 3. hvørjari bygd:
Viðareiði 3 børn
Fuglafirði 2 børn
Toftum 3 børn
Strondum 2 børn
Oyri 1 barn
Eysturoynni 8 børn
Saksun 1 barn
Hvalvík 2 børn
Leynum 1 barn
Kaldbak 1 barn
Sundi 1 barn
Velbastað 1 barn
Tórshavn 2 børn
Kirkjubø 6 børn
Streymoynni 15 børn
Hesti 3 børn
Miðvági 2 børn
Sandi 15 børn
Skálavík 5 børn
Húsavík 3 børn
Dali 1 barn
Skarvanesi 1 barn
Sandoynni 25 børn
Skúgvi 1 barn
Hvalba 2 børn
Froðba 2 børn
Øravík 2 børn
Porkeri 1 barn
Vági 1 barn
Sumba 1 barn
Suðuroynni 9 børn
Tilsamans 66 børn
Eftirkomarar Harra Klæmints 3 – 4 ættarlið fram
I Per Klæmintsson, deyður 1719. Prestur í Sandoynni frá 1688 til hann doyđ̃i, hjálparprestur frá 1670. Hann giftist við Mariu Petursdóttur Viborg, prestadóttur av Nesi, deyð 1735. Tey fingu 6 børn.
1.Petur Persson (1682-1727). Hann var hjálparprestur hjá pápanum frá 1707 og var prestur í Suðurstreymoy frá 1713, til hann doyði bert 45 ára gamal. Hann var eisini rektari við Látínsskúlan í Havn í 11 ár. Petur var giftur við Onnu Mariu Kristoffursdóttur Müller, prestadóttur úr Kvívík.
Tey fingu 5 børn.
- Andras Petursson. Hann búsettist í Asdal í Vendsyssel.
- Anna Margreta Petursdóttir (1718-57). Hon giftist við rektaranum við Látínsskúlan Petur Jákupsson Debes (1720-51). Tey fingu ein son.
- Grækaris Petursson Müller (1727-1804). Hann var rektari við Látínsskúlan (17521794) og giftist við Marini Djurhuus (17391823) prestadóttur av Nesi. Tey fingu 4 døtur, men tvær teirra doyðu smágentur.
- Jens Petursson. Hann lærdi til skræddara og búsettist í Danmark.
- Elin Maria Petursdóttir, deyð 1760. Hon giftist við Kristian Sámalssoni (1705-58) bónda í Kirkjubø. Tey fingu 3 synir og 4 døtur, flestu ógift.
- Janus Persson (1683-1762). Hann festi Skarðsgarð á Sandi eftir farbróðurin og sat við garðinum frá 1707 til hann doyði. Hầnn var eisini sýslumaður í Sandoynni og giftist við Katrini Kristiansdóttir (1680-1766) úr Kirkjubø. Tey fingu 5 børn.
- Klæmint Janusarson (1713-91), bóndi og sýslumaður eftir faðirin. Hann giftist við Súsonnu Mikkjalsdóttur úr Uppistovu í Leynum, og tey fingu 3 synir og eina dóttur.
- Rakul Janusardóttir. Hon giftist við Mortan Jóannesarsoni.
- Jákup Janusarson (1716-92). Hann giftist við Elsupu Jákupsdóttur (1723-93) úr Skála í Skálavík, har tey búsettust og fingu dóttur og tveir synir. Jákup varð í Skálavík róptur Skarðs-Jákup.
- Maria Janusardóttir (1719-83). Hon giftist við dalsgarðsbóndanum Póli Rasmusarsoni (1732-85). Tey fingu eingi børn.
- Hanus Janusarson (1722-72) Hann giftist við Kristini Jógvansdóttur úr Skálavík. Tey búsettust á Reyni á Sandi og fingu tvær døtur og tveir synir.
- Klæmint Persson (1686-1762). Hann festi Klettagarð eftir faðirin og sat við garðinum frá 1715 til hann doyði. Hann giftist við Siggu Jógvansdóttur (1703-75) uttan úr Stovu í Skúgvi, og tey fingu 5 børn.
- Per Klæmintsson (1723-87). Hann tók við Klettagarði eftir faðirin og giftist við Elsupu Aggusteinusardóttur (1721-96) úr Giljum í Hvalba. Tey fingu son og fýra døtur.
- Jógvan Klæmintsson (1725-1810). Hann fór sum smádrongur til Skúvoyar og vaks upp hjá ommuni úti í Stovu. Hann giftist við Onnu Hanusardóttir (1722-1804) niðri í Búð í Skúgvi, har tey búsettust. Tey fingu dóttir og son.
- Maria Klæmintsdóttir (1727-52). Hon giftist við Jógvani Jógvanssoni (1713-93) uttan fyri Á, sum gjørdist fyrsti skemmubóndin í Trøðum. Maria doyði í barnsneyð við fyrsta barninum, einum soni, ið livdi.
- Rasmus Klæmintsson (1730-1807). Hann giftist við Katrini Jógvansdóttur (1733-95) uttan fyri Á, har tey búsettust og fingu tveir synir. Annar sonurin giftist í Hest, og tá ið Katrin var deyð, fluttu Rasmus og hin sonurin eisini í Hest og endaðu sínar dagar har.
- Hanus Klæmintsson (1733-97). Hann giftist við Elsupu Heindriksdóttur (1759-1832) av Sondum.
Tey búsettust á Tanganum á Sandi og fingu tveir synir.
- Elsupa Persdóttir (1687-1741). Hon giftist við prestinum í Todnesi Mikkjali Andersson Arrebo (1689-1757). Elsupa var sjúklig og doyði í góðum árum. Tey fingu eina dóttur.
- a) Kristin Mikkjalsdóttir (1724-74). Hon giftist við Jákupi Frederiksson Eisenberg, presti (1724-83), ið var
hjálparprestur hjá faðir hennara og seinri gjørdist sóknarprestur í Todnesi. Hann var Føroya próstur 1776-83. Tey fingu fýra døtur (tveir synir doyðu smádreingir). - Lukas Persson (1687-1775). Hann giftist við Sissal Tróndardóttur (1692-1778) av Trøð í Skálavík, og tey búsettust í Haga í Húsavík. Tey fingu 5 børn.
- Per Lukasson (1721-90). Hann giftist við Billu Jógvansdóttur (1705-92), og tey búsettust heimi á Garði og fingu ein son (Lukas smið).
- Tróndur Lukasson (1723-72). Hann giftist við Rakul Óladóttur í Búd í Skálavík, har tey búsettust. Tey fingu tveir synir og seks døtur. Tríggjar døtur giftust, hini vóru ógift.
- Maria Lukasdóttir (1725-1805). Hon giftist við Jákupi Ólasoni (1725-76) á Granda í Húsavík, har tey búsettust. Tey fingu dóttur og son.
- Jógvan Lukasson (1727-86). Hann giftist inn til foreldrini við Katrinu Jógvansdóttur (172797) úr Oyndarfirði. Tey fingu dóttur og son.
- Jákup Lukasson (1729-92). Hann búsettist eisini heimi á Garði og giftist við Sunnuvu Jógvansdóttur úr Húsavík. Tey fingu eina dóttur.
- Grias Persson ( ? -1756). Hann giftist við garðagentuni á Bøí Húsavík, Onnu Nilsdóttir (1711-82), og tók við garðinum eftir verfaðirin. Tey fingu tríggjar synir
- Per Griasson (1730-1814). Hann tók við Bøgarði eftir faðirin og giftist við Sunnuvu Dánjalsdóttur (1722-93) úr Soylu á Sandi. Tey fingu son og tvær døtur.
- Niklas Griasson (1731-1807). Hann giftist við Sissal Antinesardóttur (1715-89) uttan úr Húsi í Skálavík í 1766. Tey búsettust í Dali, men av góðum grundum fingu tey eingi børn.
- Grias Griasson (1748-1827). Hann giftist við Súsonnu Pólsdóttur (1757-1831) við Á í Húsavík, har tey búsettust. Tey fingu tveir synir og eina dóttur.
II Janus Klæmintsson, deyður 1697. Prestur í Suðuroy frá 1679 til hann doyði. Hann var giftur við Elsupu Petursdóttur Viborg, prestadóttur av Nesi, og við henni fekk hann sjey børn.
- Klæmint Janusarson (1681-1766). Hann var sóknarprestur í Norðuroyum í 60 ár, frá 1706 til hann doyði. Hann var próstur frá 1730 til 1746. Hann giftist við einkjuni eftir undanmannin, Laurensu Lauritsdóttur Boye. Hon doyði í 1641, og Klæmint giftist upp aftur við Elini Katrinu Sámalsdóttur, løgmansdóttur av Steig. Klæmint var barnleysur í báðum giftum.
- Lukas Janusarson. Hann festi Niðristovugarðin í Hvalvík og 3-markagarð í Streymnesi í 1724 og sat við hesum festum til 1753, tá ið sonur hansara tók við. Eg havi funnið tveir synir hansara:
- Janus Lukasson. Hann festi báðar garðarnar eftir faðirin og sat við teimum til 1776. Hann giftist við Biritu Mikkjalsdóttur av Selatrað, og tey fingu eittans barn, Onnu Elisabet, og hon giftist við Jóan Hendriki Egholm og er ættmóðir at øllum Egholmsfólkum í Føroyum.
- Hanus Lukasson (1727-74). Hann festi Niðristovugarðin á Selatrað í 1753 og sat við garðinum til sín deyð. Hann giftist við Onnu Katrinu Wang (1737-1828), prestadóttur úr Kvívík. Tey fingu tríggjar døtur, og ein dóttursonur teirra festi garðin.
- Elin Janusardóttir. Hon giftist við bóndanum í Gjørðum í Porkeri, Jógvani Mortanssoni, men tey fingu eingi børn.
- Anna Katrina Janusardóttir giftist til Viðareiðis. Maður hennara var Jóannes Pætursson, bóndi í Innistovu við Garð. Hann segði festið frá sær í 17 :6, men datt oman árið eftir. Tey fingu fimm børn.
-

Ljósastaki úr Todnesi. Hann er úr messing, og á lítlari koparplátu standa bókstavirnir IKF. Kanska hevur Janus Klcemintsson, Ferø átt hann. Eigari: Leiv Leivsgard Mortensen
Janus Jóannesarson, róptur Stóri-Janus, festi tær 4 merkurnar eftir faðirin. Hann giftist við garðagentu í Uppistovu í Fodlendi, Malenu Óladóttur, f. 1720 og festi eisini tær tvær kongsmerkurnar har. Tey fingu tveir synir.
- Pætur Jóannesarson. Hann giftist í 1755 inn í Frammistovu við Garð við Onnu Hanusardóttur. Tey fingu dóttur og tveir synir.
- Sørin Jóannesarson var ógiftur. Søgn er, at hesin Sørin skuldi byggja Frammistovu, men hann fall í bjørgunum, og tá tók bróðir hansara við teimum húsunum.
- Marin Jóannesardóttir. Hon giftist við Símuni Dánjalssoni, bónda í Miðstovuni í Fodlendi, f. 1703. Tey fingu tríggjar synir og eina dóttur.
- Elsupa Jóannesardóttir. Hon giftist við Pæturi Jógvanssoni úti á Laðnum við Garð, har tey búsettust og fingu ein son.
- Elsupa Janusardóttir giftist til Vágs við Magnusi Jógvanssoni á Skála. Hann doyði um 1731, og Elsupa giftist á øðrum sinni. Seinri maður hennara var Jógvan Magnusson úr Húsavík. Elsupa var barnleys í báðum giftum.
- Maria Janusardóttir (1695-1775). Hon giftist við giljabóndanum, Aggusteinisi Dánjalssoni, bóndi 1720-65. Tey fingu seks børn.
- Dánjal Aggusteinisson (1712-1808). Hann giftist við Sáru Pólsdóttur og festi Giljagarð. Tey fingu eina dóttur, og maður hennara festi garðin eftir verfaðirin.
- Billa Aggusteinisdóttir. Hon giftist í 1747 við Niklasi Jógvanssoni vestan Tún. Tey fingu dóttur og tveir synir.
- Elsupa Aggusteinisdóttir (1721-96). Hon giftist til Sands við Peri Klæmintssoni bónda á Klettum. Tey fingu son og fýra døtur
- Janus Aggusteinisson (1722-1807). Hann giftist við Katrini Tummasdóttur, f. 1740, og tey fingu dóttur og son.
- Anna Aggusteinisdóttir (1735-1816). Hon giftist til Sands við Óla Ádamssoni (1742-1816). Tey fingu dóttur og son.
- Johan Berint Aggusteinisson, f. 1736. Hann giftist í 1765 við Mariu Jónasdóttur Widerø, men tey fingu helst eingi børn.
- Rakul Janusardóttir giftist eisini til Viðareiðis. Maður hennara var Nils Jógvansson, bóndi eystur í Búð á Heygum. Tey áttu helst bert eitt barn.
- Janus Nilsson. Hann tók við garðinum eftir faðirin í 1747 og giftist um somu tíð við Elini Jákupsdóttur úr Innistovu á Trøllanesi. Tey fingu tvær døtur og ein son.
III Hanus Klæmintsson (1645-1726). Hann var óðalsbóndi og løgrættumaður og búsettist á Reyni á Sandi. Kona hansara var Sunnuva Dánjalsdóttur úr Soylu, og tey fingu sjey børn.
- Dánjal Hanusarson (1675-1765). Hann vaks upp í Soylu og giftist inn har við Sunnuvu Jóannesardóttur (1703-81) úr Soylu. Tey fingu seks børn, men trý doyðu nýføðingar. Hini vóru:
- Sunnuva Dánjalsdóttir (1722-93). Sum frammanfyri nevnt giftist hon á Bøí Húsavík og fekk son og tvær døtur.
- Jóannes Dánjalsson (1725-96). Hann var ógiftur og búði í Soylu allar sínar dagar.
- Dánjal Dánjalsson (1736-1818). Hann giftist við Elsupu Pólsdóttur (1758-1843) úr Hesti, og tey fingu tvær døtur.
- Janus Hanusarson (1687-1771). Hann giftist við Sunnuvu Sakarisdóttur úr Koltri, og búsettust tey á Reyni, men fingu eingi børn.
- Klæmint Hanusarson, deyður 1759. Hann búsettist eisini á Reyni og giftist við Marini Jákupsdóttur
(1690-1780). Tey fingu 5 børn.
- Sunnuva Klæmintsdóttir (1721-1806). Hon giftist við Heindrikki Mikkjalssoni (1722-63) á Sondum, har tey búsettust og fingu 4 børn. Heindrikkur datt oman, og Sunnuva giftist upp aftur í 1768 við Jógvani Bænaditssoni (1735-91) úr Skálanum. Tey búsettust á Tanganum, men fingu eingi børn.
- Anna Klæmintsdóttir (1725-84). Hon giftist við Jógvani Jógvanssoni (1726-90) á Heyggi og búsettist har. Tey fingu ein son.
- Marin Klæmintsdóttir (1728-1776). Hon var ógift og doyði í Havn 48 ára gomul.
- Hanus Klæmintsson.(1733-1807). Hann var ógiftur, likamliga ófullførur og búði inni hjá bróðrinum á Skeljalaðnum.
- Jákup Klæmintsson (1741-1803). Hann grundaði húsini á Skeljalaðnum á Sandi og giftist við Maluni Eyðunsdóttur (1735-1815) úr Eyðansstovu í Sandavági. Tey fingu tríggjar synir og eina dóttur.
- Hanus Hanusarson (1696-1786). Hann búsettist í Koytu á Sandi og giftist við Sunnuvu Jógvansdóttur úr Miðvági (1701-78). Tey fingu trý børn.
- Sunnuva Hanusardóttir (1733-1809). Hon var ógift og búði í Koytu allar sínar dagar.
- Jógvan Hanusarson (1734-1804). Hann var eisini ógiftur og búði saman við systrini.
- Marin Hanusardóttir (1740-97). Hon giftist til Skálavíkar við Magnusi Ólasoni (1728-1808) í Bumbuni. Tey fingu 4 døtur, og ein teirra flutti heim í Koytu og giftist inn har.
- Marjun Hanusardóttir. Hon giftist til Skúvoyar við Jógvani Klávusarsoni niðri í Búð og fekk ein son, Klávus, men bæði Jógvan og sonurin Klávus, 2 árs gamal, doyðu av pokunum um 1709-10. Marjun giftist síðan til Hvalbiar við Niklasi Jógvanssoni í Stórstovu í Hvalba. Tey fingu fýra børn.
- Jógvan Niklasson festi Stórstovugarðin í 1733. Var giftur maður og átti børn.
- Elsupa Niklasdóttir. Hon giftist við Óla Niklassoni í Skálum.
- Sunnuva Niklasdóttir, deyð 1790. Hon giftist til Sumbiar við Hansi Jógvanssoni, f. 1712, á Heyggi í Porkeri. Tey búsettust í niðara Kálgarði og fingu tríggjar synir og tvær døtur.
- Anna Niklasdóttir (1722-48). Hon var ógift.
- Sunnuva Hanusardóttir. Hon giftist við Dáva Tummassoni, d. 1736, bónda í Horni. Tey fingu tvey børn:
- Anna Dávadóttir (1709-82). Hon giftist út á Skarvanes við Símuni Mortanssoni (1702-89) í Gomlustovu. Tey fingu dóttur og tríggjar synir.
- Rasmus Dávason (1723-1804). Hann tók við Hornsgarði eftir faðirin og giftist við Onnu Nilsdóttur (1709-1800) úr Húsavík. Tey fingu tríggjar synir og eina dóttur.
- Jákup Hanusarson. Hann doyði ógiftur í 1720.
IV Kristian Klæmintsson. Hann festi garðin inni á Regni á Toftum og giftist við Margretu Petursdóttur Viborg, prestadóttur av Nesi. Tey fingu sjey børn.
- Súsanna Kristiansdóttir, deyð fyri 1763. Hon giftist til Oyrar við Jógvani Pólssoni, og tey fingu tríggjar synir.
- Pól Jógvansson, ið giftist við Katrinu Elisabet Hanusardóttur, og tey fingu børn.
- Kristian Jógvansson, sýslumaður í Streymoy, var giftur og átti børn.
- Jógvan Jógvansson, f. 1717. Hann giftist í 1743 við Onnu Hansdatter, og tey búsettist við Gjógv og fingu tveir synir.
Jógvan Pólsson á Oyri doyði, og Súsanna giftist uppaftur. Seinri maður hennara var Jákup Pólsson av Blankaskála, f. 1696, og tey fingu 5 børn.
- Hans Jákupsson Debes, f. 1722, løgmaður á Steig. Hann giftist við Rakul Sámalsdóttur, løgmansdóttur av Steig. Tey fingu tríggjar døtur og tveir synir.
- Petur Jákupsson (1728-1806). Hann giftist við Maluni Petursdóttur (1744-80) av Strondum.
Tey fingu tvær døtur (umframt dóttur og son, ið doyðu pinkubørn).
- Ólavur Jákupsson (1732-1807). Hann var húskallur hjá bróðrinum á Steig og giftist og búsettist í Sandavági. Kona hansara var Marin Ísaksdóttir av Fløtti, og tey fingu ein son.
- Anna Katrina Jákupsdóttir. Hon giftist við Hálvdani-Mikkjalssoni í Uppistovu í Leynum, men hon doyði ung, helst barnleys. Hálvdan giftist uppaftur og fekk fleiri børn.
- Elin Jákupsdóttir, f. 1735
- Elin Kristiansdóttir. Hon giftist til Hvalvíkar við Óla Sakarissoni, bónda í Ólavsstovu, seinra kona hansara. Óli átti fýra døtur í fyrru giftu, og í hvussu so er ein son í seinru giftu.
- Sakaris Ólason, f. 1733. Hann var giftur og átti eina dóttur, og maður hennara festi garðin.
- Elsupa Kristiansdóttir, f. 1694. Hon giftist við Jógvani Hákunarsoni á Toftum, og tey fingu seks børn.
- Súsanna Jógvansdóttir, f. 1718
- Hákun Jógvansson, f. 1721
- Sakaris Jógvasson (1724-75). Hann giftist við Elsupu Danielsdatter á Toftum, og tey fingu tveir synir og tvær døtur.
- Margreta Jógvansdóttir, f. 1728
- Kristian Jógvansson (1728-75). Hann giftist við Julionnu Niklasdóttur (1737-1801), og tey fingu son og dóttur, ið doyði smágenta.
- Katrina Jógvansdóttir, f. 1734.
- Klæmint Kristiansson, f. 1700. Hann festi garðin eftir faðirin 11723 og giftist við Onnu Jákupsdóttur úr Sørvági. Tey fingu sjey børn.
- Kristian Klæmintsson (1729-85). Hann festi garðin í 1758 og giftist við Onnu Janusardóttur (1718-87). Tey fingu eina dóttur saman, og Kristian átti ein son uttan fyri hjúnarlag.
- Jákup Klæmintsson (1733-1808). Hann giftist við Onnu Óladóttur, og tey búsettust í Havn og fingu sjey børn.
- Margreta Klæmintsdóttir (1724-96). Hon giftist við Sigvardi Jákupssoni í Norðastovu á Toftum. Eingi børn.
- Elin Maria Klæmintsdóttir (1742-1807). Hon giftist við Jógvani Joensen (1723-91) á Toftum, og tey fingu eina dóttur.
- Anna Klæmintsdóttir, f. 1726. Hon giftist við Jákupi Jákupssoni á Selatrað og føddi 13 børn í 15 ár, eitt doyði nýføðingur og trý doyðu ung.
- Marin Klæmintsdóttir, f. 1729. Hon giftist við Kristiani Peturssoni í 1778, og tey fingu tí eingi børn.
- Marria Kristiansdóttir, f. 1702. Hon giftist til Saksunar við Peturi Jóhannesarsoni, bónda við Svartá. Tey fingu, í hvussu so er, tvey børn.
- Jóhannes Petursson, f. 1727. Hann festi tær 8 merkurnar við Svartá í 1761 og var tvær reisur giftur. Seinra kona hansara var Elsupa Tróndardóttir, f. 1758. Jóhannes átti son og dóttur við fyrru og son við seinru konuni.
- Anna Petursdóttir. Hon giftist við Póli Jákupssoni, f. 1723 í Uppistovu á Miðgerði. Tey áttu sonin Jákup, ið er ættfaðir tað rúgvismikla miðgerðarfólkið úr Uppistovu, ið spjaddist út um alt landið.
- Petur Kristiansson (1704-72). Hann giftist í 1739 við Elsupu Mikkjalsdóttur, men tey fingu eingi børn.
- Jens Kristiansson, f. 1713
V Kristoffur Klæmintsson, deyður 1738. Hann giftist við Kristini Tummasdóttur úr Kirkjugerði í Skálavík, norðan úr Húsi. Tey búsettust á Klettum á Sandi, har staðanavnið Stoffursgarður enn er. Tey fingu tríggjar døtur.
- Elsupa Kristoffursdóttir (1704-75). Hon giftist inn í grannahúsið, í Búðini, við Póli Nilssoni (1684-1775). Tey fingu 6 børn.
- Niklas Pólsson (1727-1810). Hann var ógiftur og búði í Búðini allar sínar dagar.
- Kristoffur Pólsson (1729-55). Hann var ógiftur og doyði av vanlukku. Var farin út í Salthólma at skjóta fugl, men var gliðin á sjógv og druknaður.
- Pætur Pólsson (1732-1806). Hann giftist inn í grannahúsið í Skálanum við Katrini Bænaditsdóttur, og tey fingu tvær døtur og tveir synir
- Dánjal Pólsson (1734-1801). Var húskallur og doyði út frá systrini á Sondum, ógiftur.
- Sunnuva Pólsdóttir (1737-1810). Hon giftist inn í Búðina við Óla Jóannesarsoni (1752-99) undan Reynum, men tey fingu eingi børn.
- Kristin Pólsdóttir (1742-1828). Hon giftist yvir á Sandar við Sakarisi Jógvanssoni (17401821), og tey fingu tveir synir umframt trý, ið doyðu sum pinkubørn.
- Marin Kristoffursdóttir (1713-98). Hon giftist við Ádami Jógvanssoni úr Dali, deyður 1742, og tey búsettust á Klettum, á Kneysinum rópt. Tey fingu fýra børn, men ein dóttir doyði í føðingini. Hini vóru:
- Anna Ádamsdóttir (1732-97). Hon giftist út á Heyggj við Jógvani Pólssoni (1727-82), og tey fingu ein son.
- Kristoffur Ádamsson (1737-1817). Hann giftist við Elsupu Jógvansdóttur úr Dali, har tey búsettust. Tey fingu eingi børn.
- Óli Ádamsson (1742-1816). Hann giftist inn á Kneysin við Onnu Aggusteinusardóttir (17351816) úr Giljum í Hvalba. Tey fingu tvey børn, son, ið gekk burtur, og dóttur, ið var barnleys.
- Sunnuva Kristoffursdóttir (1719-83). Hon giftist til Húsavíkar við Germani Jógvanssoni (1704-70), seinra kona hansara. Tey fingu eina dóttur.
- Sunnuva Germansdóttir (1754-1825). Hon giftist við Antinesi Hanssoni (1742-1816) úr Skálavík, og tey grundaðu Skumpitoft í Húsavík, og fingu dóttur og son.
VI Lauge Klæmintsson, deyður 1730. Hann giftist við Maluni Tróndardóttur av Trøð í Skálavík. Hann fekk Skarðsgarð í festi eftir faðirin. Malan og Lauge fingu tvær døtur.
- Súsanna Laugadóttir (1702-39). Hon giftist við Streymoyar sýslumanni Hansi Nikláasoni Tausen. Tey búðu í Havn, men fluttu seinri til Skálavíkar. Súsanna doyði, og Hans giftist upp aftur og flutti aftur til Havnar. Súsanna og Hans fingu fýra børn.
- Aggustinus Hansson (1730-1803). Hann giftist við Gurðuni Kristiansdóttur, og tey búsettust í Havn og fingu ein son, sum er ættfaðir lavafólkið í Havn.
- Petur Lava Hansson, f. 1733. Hann doyði ungur.
- Niklái Hansson (1735-1811). Hann giftist við Katrinu Jákupsdóttur (1745-1804) úr Stórhúsi í Dali, og tey búsettust í Skálastovu undir Hagabrekku í Skálavík. Tey fingu tríggjar døtur.
- Malena Hansdóttir, f. 1737. Hon giftist til Hovs við Nilsi Dánjalssoni á Brúgv. Tey fingu son og tvær døtur, ið báðar giftust í Sandoy.
- Elin Laugadóttir, f. 1703. Hon giftist til Froðbiar, við Mortani Tormanssoni, bónda á Bø. Tey fingu, í hvussu so er, tríggjar synir.
- Torman Mortansson. Hann festi garðin á Bø í 1759, giftist og fekk børn.
- Tummas Mortansson, deyður 1793. Hann giftist í 1769 til Nólsoyar við Maluni Hanusardóttur (1745-1825), bóndadóttir í Kongsstovu, og hann festi garðin í 1777. Tey fingu son og dóttur.
- Petur Lava Mortansson, f. 1733. Hann giftist við Elsupu Tummasdóttur, f. 1725, úr Laðangarði í Sumba, og tey búsettust í Froðba og fingu ein son.
VII Óli Klæmintsson, deyður 1740. Hann fekk kongsmørkina í Dali í festi í 1686 og búsettist har. Óli arvaði eina stovu úr Todnesi og flutti hana til Dals. Hon fekk navnið Klæmintsstova, og tað navnið festi seg í Dali. Óli giftist við Onnu Jógvansdóttur, og tey fingu bert eitt barn, ein son.
- Óli Ólason, deyður 1760. Hann festi mørkina í 1739 og giftist við Marini Jóannesardóttur (170662) úr Sandavági. Tey fingu bert ein son.
- Jóannes Ólason (1730-1806), sum tók við garðinum eftir faðirin. Hann giftist við Onnu Rasmusardóttur (1733-1811) úr Dalsgarði, og tey fingu dóttur og fýra synir.
VIII Dánjal Klæmintsson (1656-1707) Hann sigldi úti í verðini á ungum árum og var síðan sýslumaður í Suðuroy. Dánjal, sum var tiltikin skrøggari, giftist ikki og doyði í bestu árum.
IX Símun Klæmintsson, deyður 1746. Hann grundaði húsið í Króki á Sandi og giftist við Marini Antinesardóttur, deyð 1744, av Skælingi. Tey fingu fimm børn.
- Jógvan Símunarson, deyður 1767. Hann giftist við Gurðuni Jógvansdóttur í Soylu, har tey búsettust. Tey fingu eina dóttur.
- Sunnuva Jógvansdóttir (1758-1831). Hon giftist yvir í Traðir við Mortani Jógvanssoni, bónda (1736-1808), og tey fingu tríggjar døtur og fýra synir.
- Elin Símunardóttir (1700-96). Hon giftist til Velbastaðar við Djóna Jóannesarsoni, smiði niðri í Stovu norðuri á Heyggi. Tey fingu seks børn.
- Marin Djónadóttir (1723-1809). Hon giftist við Jógvani Kristianssoni (1709-89) í Kirkjubø, og tey fingu, í hvussu so er, eina dóttir, ið giftist í Jósastovu í Hesti.
- Jóannes Djónason (1725-1810). Hann festi garðin, men giftist ikki.
- Elsupa Djónadóttir f. 1727.
- Lísbitta Djónadóttir (1731-1815). Hon giftist við Símuni Símunarsoni, og tey búsettust á Steinum, men fingu eingi børn.
- Súsanna Djónadóttir (1732-1813). Hon giftist til Nólsoyar við Póli Jógvanssoni (1724-86) í Abbastovu. Tey fingu dóttur og seks synir, teirra millum Nólsoyar-Páll.
- Sigga Djónadóttir f. 1735. Hon var ógift og búði uppi í Stovu allar sínar dagar.
Djóni doyði ungur (skift er eftir hann í 1740), og Elin giftist upp aftur. Seinni maður hennara var Jóannes Djónason, bóndi uppi í Stovu á Velbastað. Tey fingu ein son.
- Djóni Jóannesarson (1740-95). Hann giftist við Onnu Óladóttur og festi garðin uppi í Stovu. Tey fingu tveir synir og tvær døtur.
- Lísbitta Símunardóttir, deyð 1750. Hon giftist við Hansi Jákupssoni (1697-1775) undir Reynum, har tey búsettust. Tey fingu fimm børn:
- Jákup Hansson (1729-1803). Hann var ógiftur og búði í barnaheiminum allar sínar dagar.
- Símun Hansson (1731-1818). Hann var eisini ógiftur og húskallur í Todnesi.
- Rakul Hansdóttir (1734-87). Hon giftist heldur ikki.
- Jógvan Hansson (1736-1823). Hann giftist inn í barnaheimið við Elsupu Hanusardóttur (1748-1823) úr Smiðstovu í Skálavík. Tey fingu tveir synir, annar gekk burtur, og hin giftist og búsettist í Skálavík. Foreldrini fluttu til sonin í Skálavík á gamalsaldri.
- Elsupa Símunardóttir (1704-87). Hon giftist út á Skarvanes við Jógvani Guttormssoni, bónda í Kárastovu. Hann doyði í 1732, og Elsupa giftist aftur. Seinri maður hennara var Filippus Sívarsson (1702-85), helst ættaður úr Skálavík. Elsupa átti børn við báðum, og tey vóru:
- Sigga Jógvansdóttir f. 1729. Hon giftist við Jóannesi Jóannesarsoni (1732-92) í Dali, Reiðarin kallaður. Tey fingu son og dóttur, sum giftist til Sørvágs. Reiðarin datt oman í Sørvági.
- Marin Jógvansdóttir (1732-33). Hon doyði ársgomul.
- Magga Filippusardóttir (1736-37). Hon doyði hálvtársgomul.
- Jógvan Filippusarson (1737-1828). Hann festi mørkina í Kárastovu og giftist við Sunnuvu Sámalsdóttur (1733-1817) úr Skálavík. Tey fingu son og tvær døtur.
- Sjúrður Filippusarson (1740-63). Hann datt oman í skalvi í Klivunum.
- Kristin Símunardóttir (1714-80). Hon giftist inn í Krók við Óla Jógvanssoni (1710-94) undan Reynum.
Tey fingu seks børn.
- Símun Ólason (1741-1825). Hann var húskallur í:Dalsgarði, og í Skálavík giftist hann og búsettist. Kona hansara var Malan Sámalsdóttir (1741-1818) úr Kirkjugerði, og tey fingu eina dóttur.
- Súsanna Óladóttir (1743-67). Hon var arbeiðskona í Klæmintsstovu í Dali og doyði har 24 ára gomul.
- Tróndur Ólason (1745-1816). Hann var ógiftur og húskallur í Hoyvík.
- Marin Óladóttir (1748-1832). Hon giftist út um Á við Jógvani Rasmusarsoni (1739-94). Tey fingu tvær døtur og tveir synir.
- Klæmint Ólason (1751-1828). Hann giftist inn til foreldrini í Króki. Kona hansara Sigga Jóannesardóttir (1753-1836) var úr Toftum í Vestmanna. Tey fingu tveir synir og eina dóttur. Yngri sonurin var tann kendi kvæðasavnarin Jóannes í Króki.
- Jákup Klæmintsson (1758-91). Hann doyði av vanlukku, kom undir omanlop úr Traðarhamri.
X Kristin Klæmintsdóttir. Hon giftist við Jákupi Jóanssoni, løgmanssoni, ið varð løgmaður eftir faðirin og hevði fest Dalsgarð í Skálavík. Hann var løgmaður bert í tvey ár, tí hann varð burtur á eini danmarkarferð í 1679 og kom ikki aftur í aftur. Kristin og Jákup fingu sjey børn.
- Páll Jákupsson, deyður 1727. Hann festi Dalsgarð í 1686 og giftist við Rakul Sámalsdóttur úr Lamba, deyð 1705. Tey fingu 10 børn.
- Jákup Pálsson (1687-1752). Hóast borin til garðin, so festi hann ikki. Hann var ógiftur og búsettist inni undir Heygsgarði.
- Kristin Pálsdóttir (1688-1741). Hon giftist við Óla Jógvanssoni í Búd, og tey fingu eina dóttur.
- Rakul Pálsdóttir (1690-1776). Hon giftist ikki og búði í Dalsgarði allar sínar dagar.
- Elsupa Pálsdóttir (1694-1762). Hon giftist við bóndanum á Ryggi í Miðvági, Rasmusi Jógvanssoni. Tey fingu son og dóttur, ið giftist við Jógvani Kristianssoni, sýslumanni í Havn.
- Sámal Pálsson, føddur 1696. Heldur ikki hann festi Dalsgarð. Hann búði hjá systrini í Miðvági.
- Rasmus Pálsson (1696-1768). Hann festi Dalsgarð og giftist við Margretu Katrinu Kristoffursdóttur Müller, prestadóttur úr Kvívík. Tey fingu dóttur og fýra synir.
- Jógvan Pálsson, føddur 1700. Hann giftist við Siggu Hanusardóttur í Toftum í Hósvík og fekk Frammistovugarðin við konuni. Tey fingu ein son, men Sigga doyði í 1744, og Jógvan giftist upp aftur. Seinra kona hansara æt Anna Jógvansdóttir, og tey fingu tvær døtur.
- Janus Pálsson (1701-77). Sum ungur var hann húskallur norðuri á Húsum, men gjørdist seinri uppsitari á Argja hospitali. Hann giftist við Barbaru Ellintsdóttur (1708-80), og tey fingu ein son.
- Karin Pálsdóttir (1702-78). Hon var ógift og doyði út frá bróðurdótrini í Klæmintsstovu í Dali.
- Anna (1704-86). Hon giftist til Skúvoyar við Janusi Ólasoni (1713-96) úti í Stovu. Tey fingu ein son.
- Janus Jákupsson, deyður 1719. Hann giftist við Marini Petursdóttur úr Nólsoy. Tey búsettust í Havn, og Janus var umsjónarmaður við Argja hospital. Tey fingu ein son:
- Petur Janusarson. Hann giftist við Onnu Jákupsdóttur, og tey fingu tríggjar synir. Yngsti sonurin var kendi náttúrufrøðingurin Niklái Mohr.
- Jógvan Jákupsson, deyður 1746. Hann giftist og búsettist á Hamri. Tey fingu fimm børn.
- Súsanna Jógvansdóttir. Hon giftist við Sakarisi Djónasoni á Velbastað. Tey fingu tveir synir og eina dóttur
- Magga Jógvansdóttir f. 1721. Hon doyði hálvtársgomul.
- Kristin Jógvansdóttir (1722-1810). Hon giftist til Sands við Hanusi Janusarsoni (1722-72). Tey búsettust á Reyni og fingu tvær døtur og tveir synir.
- Jákup Jógvansson, f. 1725. Hann doyði í 1738.
- Sunnuva Jógvansdóttir (1729-1811). Hon giftist við Niklasi Ólasoni (1744-1807) á Lað í Skálavík, men tey fingu eingi børn.
- Malan Jógvansdóttir (1733-91). Hon giftist við Dánjali Klæmintssoni (1725-89) á Oyri í Skálavík, og tey fingu tveir synir.
- Anna Jákupsdóttir. Hon giftist til Miðvágs við Bartali Jóannesarsoni uppi í Stovu á Ryggi, deyður 1715. Tey fingu fýra synir:
- Jóannes Bartalsson, f. fyri 1690.
- Jákup Bartalsson.
- Jógvan Bartalsson uppi í Stovu, deyður 1756.
- Dánjal Bartalsson við Garð í Gásadali.
- Marin Jákupsdóttir. Hon giftist við Sámali Kristianssoni, bónda í Kirkjubø. Tey fingu sonin:
- Kristian Sámalsson. Hann var bóndi í Kirkjubø og festi eftir faðirin í 1741. Hann giftist og fekk nógv børn, flestu ógift.
- Malan Jákupsdóttir. Hon var tríggjar ferðir gift. Fyrsti maðurin var Óli Tróndarson á Trøð. Hann gekk burtur í 1715, og Malan giftist árið eftir við Pæturi Kristianssoni úr Kirkjubø, og tey fingu ein son. Men Pætur doyði stutt eftir, og Malan giftist aftur. Triðji maður hennara var Heindrikkur Sakarisson av Velbastað, deyður 1745, og tey fingu ein son. Børnini vóru:
- Elsupa Óladóttir (1708-73). Hon giftist til Sands við Jógvani Jógvanssoni (1707-90) í Soylu. Tey fingu ein son, ið doyði ársgamal.
- Tróndur Ólason (1710-85). Hann festi Traðargarð og giftist við Katrinu Magnusardóttur úr Húsavík, men tey fingu eingi børn.
- Kristin Óladóttir (1712-85). Hon giftist til Sands við Rasmusi Jógvanssoni uttan fyri Á. Tey fingu tríggjar synir og tvær døtur, trý teirra vóru blind.
- Óli Pætursson (1717-1812). Hann giftist og búsettist á Velbastad. Hann fekk dóttur og fimm synir. Elsti sonurin festi hálvan Kirkjubøgarð, næsti festi Traðargarð í Skálavík, og triði festi garðin við Á á Velbastað.
- Pætur Heindriksson (1719-45). Hann var ógiftur, og eins og faðirin doyði hann av landfarsótt.
- Elsupa Jákupsdóttir. Hon giftist við Jógvani Hálvdanssoni bónda í Uppistovu í Leynum, og tey fingu eina dóttur.
- Elsupa Jógvansdóttir. Hon giftist við Mikkjali Ólavssoni, f. 1678, úr Hvalvík, og hann festi Uppistovugarð í 1713. Tey fingu tríggjar synir og fýra døtur.
XI Katrin Klæmintsdóttir. Hon giftist við Hanusi Magnussoni úr Hesti, sum festi hálvan Traðagarð (Uttastovu) í 1665. Hann gekk burtur um 1680. Katrin og Hanus fingu tríggjar synir.
- Magnus Hanusarson. Hann festi Uttastovu í 1688, giftist og fekk trý børn.
- Hanus Magnusson (1695-1745). Hann giftist við Katrini Mortansdóttur úr grannahúsunum í Trøðum, og tey fingu son og dóttur. Dóttirin giftist til Skælings.
- Lísbitta Magnusdóttir (1700-81). Hon giftist inn í grannahúsið í Trøðum við Jógvan Mortanssoni bónda, og tey fingu tríggjar synir.
- Magnus Magnusson (1704-45). Hann giftist ikki og doyði út úr Trøðum.
- Jóannes Hanusarson. Hann var giftur maður og fekk eina dóttur. Henda dóttir hansara giftist og fekk tvær døtur, Lísbittu (1717-1800) og Onnu Katrinu Petursdøtur. Tær búðu í Havn.
- Óli Hanusarson, deyður 1745. Útistovubóndin í Skúgvi doyði av pokum um 1709-10, og Óli giftist við einkjuni og festi Útistovugarðin. Kona hansara var Marjun Sakarisdóttir, ættað av Velbastað, og tey fingu ein son:
- Janus Ólason (1713-96). Hann festi garðin eftir faðirin og giftist við Onnu Pálsdóttur (170496) úr Dalsgarði í Skálavík. Tey fingu ein son.
XII Sára Klæmintsdóttir. Hon giftist inn á Sund við Lukasi Hanusarsoni, bónda. Tey fingu trý børn.
- Dánjal Lukasson. Hann festi Sundsgarð í 1713 og giftist við Sunnuvu Bænaditsdóttur. Tey fingu eina dóttur.
- Sára Dánjalsdóttir (1723-1814). Hon giftist við Berinti Jákupssoni (1723-1809) úr Gerðum norðuri í Vági. Hann festi Sundsgarð, og tey fingu dóttur og tveir synir.
- Elsupa Lukasdóttir. Hon giftist um 1730 við Peturi Símunarsoni í Selvindi á Strondum, men tey fingu eingi børn.
- Elisabet Lukasdóttir. Hon giftist við Póli Hanusarsoni í Kaldbak. Ikki er greitt, um tey áttu børn.
XIII Súsanna Klæmintsdóttir, deyð um 1717. Hon giftist til Øravíkar við Jaspuri Dánjalssoni, bónda í Tummasstovu. Tey fingu fýra børn.
- Marin Jaspursdóttir, fødd 1696. Hon giftist við Póli Peturssoni, sýslumanni og bónda við Á í Øravík. Tey fingu sonin:
- Dánjal Pólsson (1725-1808). Hann festi eftir faðirin og giftist við Onnu Tummasdóttur (1743-75). Tey fingu son og tríggjar døtur. Eftir at konan var deyð, fekk Dánjal eina dóttur uttanfyri hjúnarlag.
- Dánjal Jaspursson, f. 1699. Hann festi eftir faðirin og var tvær reisur giftur. Fyrra konan var Sunnuva úr Sumba, og seinra var Anna Jógvansdóttur. Hann fekk seks børn.
- Súsanna Dánjalsdóttir (1720-1801). Hon giftist í 1747 við Hansi Jákupssoni (1726-69) í Fámjin. Tey fingu dóttur og tveir synir.
- Sunnuva Dánjalsdóttir (1723-1805). Hon giftist við Áprahami Gulakssoni (1727-66) í Trongisvági, og tey fingu son og tríggjar døtur.
- Jaspur Dánjalsson (1725-65). Hann festi eftir faðirin og giftist við Kristinu Jógvansdóttur úr Porkeri. Tey fingu tveir synir. Jaspur gekk burtur saman við einum bróðuri og einum soni.
- Elin Dánjalsdóttir. Hon giftist í 1761 við Niklasi Jógvanssoni í Skálum í Hvalba, og tey fingu tríggjar døtur.
- Pól Dánjalsson (1739-65). Hann var ógiftur og gekk burtur saman við bróðrinum Jaspuri.
- Rakul, f. 1748. Hon doyði 3 mánaðir gomul.
- Elsupa Jaspursdóttir, f. 1701. Hon giftist til Sumbiar við Tummasi Niklassoni í Gomlustovu. Tey fingu átta børn.
- Niklas Tummasson. Hann fall á Egrhálsrók.
- Elisabet Tummasdóttir. Hon giftist í 1748 við Póli Guttormssoni við Kráir í Vági. Tey fingu son og dóttur.
- Súsanna Tummasdóttir. Hon giftist í 1750 við Niklasi Mikkjalssoni í Stovuni, Froðba. Tey fingu tríggjar døtur, ein doyði hálvtársgomul.
- Rakul Tummasdóttir. Hon giftist í 1753 við Mikkjali Mortanssoni eysturi í Garði við Kvíggjá. Tey fingu fýra synir og tríggjar døtur.
- Elsupa Tummasdóttir, f. 1733. Hon giftist í 1758 við Peturi Lava Mortanssoni oman Tún, Froðba. Fleiri børn teirra doyðu nýføðingar, men ein sonur giftist inn til foreldrini.
- Ata Tummasdóttir. Hon giftist í 1765 við Dánjali Tummassoni vesturi við Stovu, Sumba. Tey fingu tríggjar synir og eina dóttur.
- Jaspur Tummasson (1732-1823). Hann giftist inn í Laðangarð við Súsonnu Jákupsdóttur úr Vági. Tey fingu tríggjar synir og tvær døtur.
- Jenis Tummasson, f. um 1740. Hann var jarnsmiður og giftist inn í ovara Kálgarð við Marini Hermansdóttur (1750-1821). Tey fingu tvær døtur.
- Jenis Jaspursson, f. 1707. Hann búsettist í Froðba og var helst ógiftur.
XIV Rebekka Klæmintsdóttir. Hon giftist við Jóannesi Pæturssoni bónda í Kirkjubø, og tey fingu tólv børn.
- Jóannes Jóannesarson, 2. Petur Jóannesarson,
- Laurits Jóannesarson og 4. Anna Jóannesardóttir vóru øll ógift og búðu sínar dagar í Kirkjubø.
- Dánjal Jóannesarson og 6. Mortan Jóannesarson festu garðin í felag í 1730 eftir faðirin.
Teir vóru eisini ógiftir.
- Jákup Jóannesarson, deyður um 1747, búsett- ist í Miðvági og giftist har við Elsupu Dánjals- dóttur, men tey fingu eingi børn.
- Símun Jóannesarson. Hann giftist inn í Andr- asstovu í Hesti og festi teir 20 gyllirnar har. Sím- un og konan fingu sjey børn.
- Dánjal Símunarson. Hann var giftur maður og átti ein son.
- Pól Símunarson (1721-96). Hann festi garðin í Kirkjubø eftir farbrøður sínar og giftist við Siggu Blásusardóttur úr Hesti. Tey áttu, í hvussu so er, tvær døtur.
- Marin Símunardóttir. Hon var ógift og búði í Hesti.
- Katrina Símunardóttir. Eisini ógift og búði í Kirkjubø.
- Anna Símunardóttir. Hon giftist við Símuni Ólasoni, uppsitara úti á Bø. Tey fingu ein son.
- Elsupa Símunardóttir. Hon var ógift og búði úti á Bø.
- Rakul Símunardóttir. Eisini ógift og búði í Kirkjubø.
- Óli Jóannesarson. Eisini hann var ógiftur og búði í Hesti.
- Klæmint Jóannesarson, deyður 1748. Hann giftist til Skálavíkar við Marini Andrasdóttur á Oyrini.
Tey fingu ein son:
- Dánjal Klæmintsson (1725-89). Hann giftist við Maluni Jógvansdóttur (1733-91) av Hamri, og tey fingu tveir synir.
- Elsupa Jóannesardóttir. Hon giftist við Jógv- ani Tummassoni í Sakrastovu í Hesti, og tey fingu fýra børn.
- Hanus Jógvansson. Hann giftist til Kvívíkar. Kona hansara var Anna Jógvansdóttir norðri í Stovu. Tey fingu dóttur og tveir synir. Annar to sonurin doyði ungur, hann datt oman á fjalli.
- Katrin Jógvansdóttir. Hon giftist við Niklasi Hanusarsoni, bónda uttar í Stovu í Koltri. Ein sonur teirra festi garðin eftir faðirin.
- Anna Jógvansdóttir. Hon giftist við Blásusi Grækarissoni í Hesti. Tey fingu tríggjar døtur.
- Sigga Jógvansdóttir. Hon var ógift.
- Katrina Jóannesardóttir. Hon giftist við Peturi Eliassoni, bónda uppi við Garð í Fuglafirði. Tey fingu fimm børn.
- Elin Petursdóttir (1717-90). Hon giftist í 1746 við Hansi Jákupssoni (1717-89) í Fuglafirði. Tey fingu ein son.
- Elias Petursson (1721-1802). Hann festi garð- in eftir faðirin og giftist í 1748 við Maluni Hanusardóttur (1716-99) úr Norðragøtu. Tey fingu son og dóttur.
- Jóannes Petursson (1725-98). Hann giftist í 1759 við Katrini Pólsdóttur. Tey fingu son og dóttur
- Símun Petursson (1729-30). Hann doyði fjerðingsár gamal.
- Jákup Petursson (1731-1806). Hann giftist í 1765 í Fuglafirði við Sunnuvu Óladóttur (1741-1826).
Í manntalslistanum 1801 stendur, at Sunnuva undirvísti ungdóminum. Tey vóru barnleys.
XV Rakul Klæmintsdóttir. Hon giftist til Skála- víkar við Jógvani Jógvanssoni í Skála. Tey fingu eingi børn. Jógvan man vera deyður, áðrenn Kirkjubøkurnar taka við í 1719, og tá ið Rakul doyði í 1743, vórðu ognir hennara skiftar til systkin hennara og eftirkomarar. Bert ein bróðir var á lívi, og fleiri av næsta ættarliði vóru eisini deyð. Úrslitið var, at 86 arvingar vóru tilsamans. Ættargreiningin í hesum skifti er høvuðskeldan til yvirlitið, ið prentað er frammanfyri.
Keldur:
- Poul Andreassen: Jóannes Dalsgaard:
- Anton Degn:
- Símun Hansen:
- Edward Hjalt:
- Sonne Jacobsen:
- Ludvig Petersen:
- Mikkjal á Ryggi:
- Johan Samuelsen:
Kirkjubøkurnar, tær elstu Manntalslistar 1801 Skiftiprotokollirnar 1701 – Úr Vágs søgu, 1977 Søgur og søgubrot, 1978 Færøske Kongsbønder, 1945 Tey byggja land III, 1975 Sands søga, 1953 Sørvágur og sørvingar, 1996 Sandavágs søga 1963 isd Miðvinga søga, 1940 Hús og fólk í Sumba (Varðin bind 58, 1991)



